– Er eri sera keddur um at Poul Michelsen, uttan um samgonguna og Fólkaflokkin, leggur uppskot fram á ting, um sendistovuna í Íslandi, sigur Jørgin Niclasen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum
Formaðurin í tingbólkinum sigur at tað kom púra óvart á flokkin at Poul Michelsen legði uppskot framm á ting.
– Tað er góð siðvenja at samgongulimir ikki sjálvir leggja uppskot fram, men at tað verður gjørt ígjøgnum samgonguna, og tí kom tað illa við hjá Fólkaflokkinum at frætta í fjølmiðlunum at Poul Michelsen var komin við einum uppskotið til samtyktar.
Tekur undir við innihaldinum
– Tá tað er sagt so eri eg samdur við Poul Michelsen um at tað gevur onga meining at vit føroyingar fara at lata eina danska sendistovu upp í Íslandi.
– Sum partur av eini samgongu hava vit roynt at ávirkað hetta, og vit fylgja væl við samráðingunum, sum í løtuni er millum føroyskar og danskar embætismenn um hesi viðurskifti.
Ósemja í Fólkaflokkinum
Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum sigur at tinglimir flokksins hava fundast um málið, men hann vil hvørki vátta ella avsánna at Poul Michelsen hevur fingið boð um at taka málið aftur.
– Tingini eru eitt sindur tilspísaði í løtuni, men vónandi finna vit eina loysn.




