Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fólkaflokkurin vil samla tjóðina aftur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Fólkaflokkurin er ein frælslyntur og  demokratiskur flokkur, sum sær  avbjóðingar heldur enn forðingar.  Hann fer ongantíð uppá forhond at útihýsa øðrvísi hugsandi. Hann kann samstarva við øll og  er ikki bangin fyri samstarvi. Vit  ynskja semjur fram um ósemjur, samanhald fram um sundurlyndi og fara ongantíð at seta samfelagsbólkar upp ímóti hvørjum øðrum við at deila  tey upp í A og B borgarar.

Fólkaflokkurin vil samla tjóðina aftur. Vit eru eitt land og eitt fólk.  Fødd unik við ymsum førleikum  og gávum. Øll eru góð til okkurt.  Øll kunnu ongantíð blíva eins,  og tað kunnu og skulu vit heldur ikki. Øll kunnu ikki blíva løgmenn og landsstýrisfólk og advokatar.  Á sama hátt   kunnu heldur ikki  øll blíva læknar, námsfrøðingar, sjúkrasystrar, skipaeigarar og vinnulívsfólk. Men vit skulu øll kunna liva væl av tí arbeiði, sum vit gera.

Fólkaflokkurin ynskir eitt gott og burðardygt vælferðarsamfelag og sær arbeiðsplássini kring alt landið sum grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum. Vit skulu hjálpa teim sjúku og veiku, men tað gerst ikki við at  steðga teim sterku og vágafúsu.   Gera vit tað, so minka ella  steðga vit vøkstri og framburði og tað gongur í síðsta enda út yvir vælferðarsamfelagið.

Tey sum eru frammi í skógnum og fara tíðliga upp og seint niður skulu lønast fyri sítt  ágrýtni og arbeiðssemi. Gera vit  ikki tað,  er vandi fyri at hesi missa hugin.  

Vit skulu øll í hægri deild og tað gerst ikki við at toga eldsálirnar niður og við at leggja fótonglar fyri vinnulívi.  Lokomotivið skal hava so góðar fyritreytir sum til ber.  

Vælferðin og vælferðarsamfelagið  byrjar úti á arbeiðsplássunum og ikki í landskassanum.  Landskassin er  ein neyðug fordeilingsmiðstøð og skal ikki blíva til annað. Hann skal ikki blíva til ein mastodont, sum stýrir øllum og eigur alt og øll.
 
Íbúgvar landsins skulu ikki ómynduggerast  og eyðmýkjast til  at blíva noyddir  at  standa við hattinum í hondini og biðja um at fáa sínar  egnu hart tjentu pengar aftur.

Ynskja vit eitt framtíðartryggjað og burðardygt vælferðarsamfelag, so er valið einfalt.

Veljið Fólkaflokkin.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingslimur