Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaflokkurin ynskir skattalætta til lægstu inntøkurnar

John William Joensen

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot um, at kommunurnar fáa loyvið at hækka botnfrádráttin, so at lægstu inntøkurnar kunnu fáa ein lætta. Í uppskotinum stendur, at tey við lægstu inntøkunum ongan lætta hava fingið síðani flatskattin.

Í uppskotinum stendur: Botnfrádrátturin í kommuskattinum er 30.000 kr, og við hesum uppskoti verður heimilað kommunum at hækka botnfrádráttin. Botnfrádrátturin í kommunuskattinum kann eftir uppskotinum ásetast millum 30.000 kr. og 65.000 kr. Ynskiligt hevði verið, at kommmurnar líðandi hækkaðu botnfrádráttin upp til 65.000 kr., sum er sama støði, sum botnfrádrátturin í landskattinum er.

Les alt uppskotið hjá fólkaflokkinum HER