Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkafloksfløkjan

John William Joensen

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, sóknast eftir, nær fløkjan í formansskapinum endar.

Jógvan átti at leita sær innar í Fólkaflokkin eftir hasi fløkjuni.

Tók Óli Breckmann ikki undir við løgtingsformanninum, stóð hann einsamallur við tí.

Saman við Óla átti hann tvær atkvøður av tí betra slagnum, sum vunnu á okkara atkvøðum, sum eisini vóru tvær í tali, Vilhelm Johannesens og mín.

Tá formaðurin tók seg til rættis á henda stak ódámliga hátt, mælti eg honum frá at draga
formansskapin inn í eitt mál, sum nýliga var viðgjørt og fallið á tingi.

Næstu villuna í fløkjuni sóu vit so, tá formaðurin legði málið fyri tingið.

Garanturin fyri, at málið sá dagsins ljós, Óli Breckmann, var nú skeklaður burturúr, og Edmund Joensen legði einsamallur málð fram sum løgtingsformaður.

Hann hevði ikki havt møguleikan at fáa umsitingina at skriva sær uppskotið, var hann ikki stuðlaður av Óla Breckmann í hesum.

Hví Óli Breckmann varð skeklaður burturúr einum máli, sum hann í formansskapinum bar til tingsins viðger, ja tað er ein fløkja, sum Jógvan við Keldu og Fóllkaflokkurin eiga – alla sum hon er.

Hergeir Nielsen

Harleywoodpaint