Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaflokskvinnur vitjan úr Danmark

John William Joensen

Leygardagin verður fundur fyri fólkafloksáhugaðum á Hotel Tórshavn í Vágsbotni.

Tíðindaskriv:

Tá fara Henriette Kjær og Pia Christmas-Møller úr danska Konservativa Fólkaflokkinum millum annað at siga frá, hvussu tær hava borið seg at við at troðka menninar í flokkinum av rókini.

Fundurin byrjar stundisliga klokkan 16.30 og endar klokkan 18.00.
Konservativi Fólkaflokkurin er hetta vikuskifti í Føroyum í sambandi við, at flokkurin heldur árliga "sommermøde" her.
Skrá:
Marita Hentze bjóðar vælkomin.
Henriette Kjær og Pia Christmas-Møller hava orðið.
Spurningar og orðaskifti
Kaffi og frukt
Fundurin er ætlaður øllum fólkafloksáhugaðum.
Møtið fjølment!