Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkafundur á Doktaragrund

Tíðindaskriv

Ólavsøkan nærkast, og eins og undanfarin ár skipar Unga Tjóðveldið fyri fólkafundi á Doktaragrund á Reyni.

Hetta er 11. ferð á rað, at Unga Tjóðveldið skipar fyri fólkafundi Ólavsøkudag. Bæði røður og tónleikur er á skránni. Birita í Dali, Dávid Isfeld og Kai Vágfjall flyta fram røðu, og Tróndur Enni spælir nøkur løg.


Fólkafundurin verður 29. Juli kl. 19.