Klaksvíkar kommuna hevði ein kunningarbás á Fólkafundinum, sum var í nýggju Ítróttar- og fimleikarhøllini í Runavík, sum hevur fingið navnið Bylgjan
Klaksvíkar kommuna hevði ein kunningarbás á Fólkafundinum, sum var í nýggju Ítróttar- og fimleikarhøllini í Runavík, sum hevur fingið navnið Bylgjan
Básurin var væl vitjaður og hevði Klaksvíkar kommuna heitt á Boga Simonsen frá northpelagic og Óluvu Klettskarð, býráðslim um at halda hvør sín fyrilestur.
Bogi greiddi frá um marknaðartreytir til Ruslands, hagar teir selja pelagiskar vørur og vísti hann m.a. á, at Ísland og Føroyar seinnu árini hava fingið ein alt størri týdning á russiska marknaðinum.
Óluva, sum er forkvinna í Vinnu- og Havnanevndini og eisini í Trivnaðarnevndini -Eldri og Bústaðir
geiddi frá vinnukørmum í Klaksvík og annars generelt um Klaksvík, sæð við kommunueygum.
Væl av fólki lýddi á – Ein upplýsandi fólkafundur undir góðum kørmum.