Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkafundurin settur av borgarstjóranum

Tekst: DW og Mynd: OJ

Kl. 11.30 setti Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu Fólkafundin. Hann hugleiddi yvir henda góða siðin við fólkafundum, sum lutvíst varð sprottin úr háskúlarørðsluni – eisini her á landi. Men fólkaræði og at kunna samskifta um øll mál, er í dag ein sjálvsagdur lutur, ið øll hava møguleika at gera gagn av.

Kl. 11.30 setti Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu Fólkafundin. Hann hugleiddi yvir henda góða siðin við fólkafundum, sum lutvíst varð sprottin úr háskúlarørðsluni – eisini her á landi. Men fólkaræði og at kunna samskifta um øll mál, er í dag ein sjálvsagdur lutur, ið øll hava møguleika at gera gagn av.

 

Tí er ein slíkur fólkafundur eitt kærkomið høvið at gera vart við seg á so mongum økum og mong hava hug at bjóða seg fram, ið er ein styrki fyri fólkaræðið – øll eru vælkomin!

 

Skráin er long og kann síggjast aðrastaðni

Kl. 11.30-21.00: Básar, har politiskir flokkar, fakfeløg, áhugafelagsskapir, hjálpifelagsskapir, kommunur og onnur lýsa teirra hjartamál og virksemi.

Kl. 11.30-21.00: Fólkafunds-caféin er opin. Í ár stendur Dugni fyri caféini.

kl. 12.00: Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipar fyri tiltaki: “Færinger er nogle nasserøve”. Fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale greiðir frá sínum dagliga arbeiði og leggur fram nakrar kanningar, ið tey hava gjørt – millum annað um, hvat danir vita og halda um Føroyar

kl. 13.00: Javnaðarflokkurin skipar fyri tiltakið “Hví SU?”. Ungmannafelagið Sosialistik Ung stílar fyri.

kl. 13.30: Fólkafundurin 2013 skipar fyri fyrilestri um politiskt valstríð við Petur Martin Hansen, stjórnmálafrøðingur.

          Og mikið meira er at síggja:

http://folkafundurin.fo/skrain.pdf

 

Skráin er fram til kl. 21 bæði í kvøld og í morgin

 

Christiankirkjan

Í kvøld verður farið í Christianskirkjuna

kl. 21.45: Kirkjan letur upp

kl.22.15: Klaksvíkar hornorkestur spælir kend løg kl. 22.30: Andakt við Mariu J. Niclasen

kl. 22.45: Tórur R. Jacobsen spælir cello

Eftir konsertina verður høvi at fara niður í kirkjukjallarin har listaverkið “Jesus úr Nazaret” hjá Edvard Fuglø hongur, og kaffi er at fáa

 

Leikalund

Í annaðkvøld verður farið út í Leikalund

Kl. 21.00: Dyrnar lata upp

kl. 22.00: Konsert við Quarter To Tree

 

RØÐAN HJÁ BORGARSTJÓRANUM:

Góðu fyriskiparar, luttakarar, gestir og onnur,

Í dag seta vit hol á stóra Fólkafundin 2013. Hetta er ikki einfólkafundur av gamla slagnum, men eitt stórt tiltak í tveir dagar, sum hevurtil endamáls at styrkja og fagna okkara fólkaræði. Og vit eru sera fegin um, atvit kunnu hýsa hesum tiltaki í Klaksvík, her ein partur av grundarlagnum fyrifólkafundunum og háskúlarørsluni varð lagdur fyri meira enn hundrað árumsíðani. 

Tað verður sagt, at fyrsti fólkafundurin í Føroyum varð hildiná Sandi 2. Hvítusunnudag í 1894. Fólkafundir plagdu at verða hildnir sunnudagarella hátíðardagar á sumri – oftast burtur frá bygd og bý á náttúruvøkrumstøðum. Stórar fólkafjøldir savnaðust, kenningar hittust, og nýggj vinarbondvóru knýtt. Tað var sungið, røður vórðu hildnar, og millum fólk var eisinimøguleiki at fáa eitt gott prát ella kjak. 

Samband er eisini millum fólkafundirnar og háskúlarørsluna. Ogtað er júst her í lokaløkinum, at føroyski háskúlin hevur sín uppruna. Símun avSkarði, sum var ættaður av Skarði á Kunoynni, og Rasmus Rasmussen, sum varættaður úr Miðvági, tóku stig til háskúlan, og fyrsta árið, í 1899, hilduteir til norðuri á Stongunum. Árið eftir fluttu teir yvir í Føgrulíð, sum ervestanfyri Hálsin her á vestursíðuni í Klaksvík, og har helt háskúlin tilí 10 ár, áðrenn hann flutti til høvuðsstaðin.  Rasmusog Símun vóru hugsjónarmenn og tjóðskaparmenn. Tað hevur onkuntíð verið tikiðtil, at tað kendist á teimum, sum høvdu verið á háskúlanum. Tey vórumentanarliga og tjóðskaparliga vakt, og tey fóru eftir skeiðið út aftur kringlandið  í gerandisdagin meiri tilvitað, enn tá ið tey fóru áskúlan. 

Fólkafundirnir høvdu sína stórtíð fyrra part av farnuøld. Frá fyrst í 1900-talinum, frá millumkrígstíðini og eisini eftir2. heimsbardaga eru søgur um tiltiknar fólkafundir. Tað vóru ofta tey, sumhøvdu verið á háskúlanum, ið gingu undan og birtu undir fundirnar.

Hetta vikuskiftið halda vit Fólkafundin 2013 her í Klaksvík, oghóast hetta er ein øðrvísi háttur at hava fólkafund, fegnast vit stórliga um,at vit í tveir dagar dyrka okkara fólkaræði og royna styrkjagrundarlagið undir tí. 

Demokratiið skal tola rúkandi heitar ósemjur, eirindaleyst kjakog harðar atfinningar. Men fólkaræðið skal eisini rúma felags stevi, virðingfyri hvørjum øðrum, øðrvísi sjónarmiðum og pláss til at verða ósamd uttan attað skal merkja persónlig niðurgerðing av mótpartinum. Onkuntíð eru vit ámarkinum fyri, hvat vanligur fólkaskikkur og virðing fyri fólki eiga atverða, men tað verða vit eisini noydd at tola og liva við onkrar løtur.

Meðan politikarar og fólk við valdi í øðrum londum stundummugu fjala seg fyri almenninginum, verða vard av alvápnaðumløgreglufólkum og herliðum, og mugu sita handanskottryggar rútar í bilum sínum, er stuttur teinur millum valdið ogalmenningin her í Føroyum. Hetta er ein stór styrki fyri okkara samfelag,og nakað vit eiga at leggja stóran dent á at varðveita. Ongin orsøk er til athava ov stóra fjarstøðu millum politikaran og veljaran,embætisfólkið og borgaran ella løgmann og námsfrøðingin.Vit hittastøll á gøtuni, á festivalum, til fótbóltsdyst, í barnagørðum, íveitslum og á kaffistovum. Soleiðis er okkara fólkaræði – og okkara fólkaræðier sterkt!

Nógv er broytt síðani fyrstu fólkafundirnar, og á mongum økjum erokkara samfelag ófatuliga nógv ment eisini fólkaræðisliga. Høvuðsorsøkin ersjálvandi, at fólkið er so nógv meiri skúlað og upplýst. Men tað ervandi í hvørjari vælferð, plaga vit at taka til. Í hesum førinum er ein avvandunum, at vit fáa eitt serfrøðingaveldi. Tað er í lagi við serfrøðini, og íOrðatøkunum sigur Salomon kongur, at “Har sum einki stýri er, fellurfólkið, men har sum nógvirráðgevarar eru, gongst væl.” Men tað er avalstórum týdningi, at tað er samband millum politikararnar, sum takaavgerðirnar,tey lærdu og serfrøðingarnar, og fólkið, sum politikararnir standatil svars yvirfyri. Tí er eitt sovorðið átak sum hetta kærkomið. Her ber tilhjá fólkinum at hitta politikarar,embætisfólk, áhugabólkar ogfelagsskapir, sum eru við til at mynda samfelagið, og her hittast vit øll ájøvnum føti.

Winston Churchill, sum umframt at vera djarvur politikari,eisini kundi verið speiskur og skemtiligur, segði einaferð, at besta argumentiðímóti fólkaræði var ein 5 minuttir long samtala við ein vanliganveljara. Á hesum fólkafundinum verða nógvar samtalur millum politikarar ogveljarar – og millum øll hini, sum eisini eru við á hesum tiltakinum – meneg rokni nú við, at at tað fer at spyrjast nógv gott og skilagottburturúr hesum vikuskiftinum og øllum samtalunum. Í øllum førum verður taðmín áheitan, at vit hesar báðar dagar hátíðarhalda og dyrka fólkaræðið,samtaluna, kjakið og upplýsingina. 

Fyri Klaksvíkar býráð skal eg takka fyri, at tit valdu at haldafólkafundin í ár her í býnum, og eg vil nýta høvi at ynskja tykkum øllum tveirgóðar, stimbrandi, læruríkar, áhugaverdar og minnisríkar dagar her í Klaksvíkog hallunum báðum. 

Hjartaliga væl komin á Fólkafundin 2013.

Takk fyri!