Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsa: 175 runnu fyri heilsuna

John William Joensen

Luttøkan var sera góð tá “Renn fyri heilsuna 2009” byrjaði leygardagin í Klaksvík

Klaksvík er ein heilsubýur – tað kann av sonnum sigast, eftir at heili 175 luttakarar vóru við í fyrstu “Renn fyri heilsuna” í ár, sum var leygardagin kl. 14.00. 

Líkindi vóru sum heild sera góð, hóast tað var eitt lítið sindur kalt. Hendan fyrsta dagin bleiv, vegna jarðarferð, runnið frá Sportmaster, yvir til EIK, eftir Gerðagøta, millum skúlarnar og so norður til Ánavegin at venda og so heimaftur til Magn har málið var. Hesin teinurin er 5 km. Annars verður fasta rutan hvønn leygardag kl. 14.00 frá Sportmaster, út til Skarðhamar at venda og heimaftur, millum skúlarnar og so norður til Magn har málið verður. Hesin teinurin er eisini 5 km. 

Hildið verður á hvønn leygardag og heilt fram til 26. september og gevur tað íalt 23 leygardagar, so enn eru góðir møguleikar at koma í gongd, men jú fyrr jú betur!

– Stuttligt var at síggja, at fleiri av teimum sum komu í gongd við renning síðsta summar, vóru at við aftur í hesum tiltakinum og at tey øll høvdu framgongd. Nógv nýggj fólk vóru eisini við og tað er sera gleðiligt og hugaligt tá so er, og ikki minst tað, at fólk taka so væl undir við hesum tiltakinum. Nú er bert at vóna at støðið er lagt fyri summarið, siga fyriskipararnir úr Treysti.

– Eisini er stuttligt at fleiri fólk fara túrin við barnavogni, tí tað er ein góður vani at leggja í tey smáu, at vísa teimum hvussu gott tað er at røra seg, halda tey frá Treysti.

Tiltakið er skipað at sama hátt sum undanfarna ár. Tað er ókeypis at luttaka og øll kunnu fáa eitt hefti at samla stempul í. Tá einhevur luttikið 15 ferðir og fingið 15 stempul, verður gáva latin til viðkomandi. Eisini fáa øll tey sum luttaka ein lutaseðil fyri hvørja ferð tey eru við. Á hesum lutaseðla, sum verður drigin 26. september, eru hesir frálíka góðu vinningar: Rennipakki frá Sportmaster kr. 4.000, Olja frá Magn kr. 3.000, Gávukort frá KBI kr. 2.000, Gávukort frá EIK kr. 2.000 og Nokia 7100 við talutíð frá Føroya Tele kr. 1.500.

Tað er Treysti, sum samskipar tiltakið saman við Sportmaster og Magn.