Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsa: Fleiri enn 250 tilmeldaði higartil

John William Joensen

Tað er stórur áhugi at verða við í stóru fólkaheilsurenningini í Klaksvík í morgin

Fríggjakvøldið høvdu 250 fólk, í øllum aldri, melda seg til. Freistin at tekna seg til Fólkaheilsurenningina í Klaksvík á alnótini er í kvøld á miðnátt á www.athletics.fo. Fyriskipararnir vóna at nøkur koma afturat. Øll eru vælkomin, og ein ger sjálvur av um ein gongur ella rennur.

Startnummar skullu avheintast frá kl. 13.00 í morgin í KÍ-høllini. Luttøkugjaldi er kr. 20 fyri hvønn. Fyrireikarnir vóna at fólk møta í góðari tíð.

Skrá fyri Fólkaheilsurenningina í Klaksvík:
Kl. 13.00-15.00 Byrjanarnummar kann avheintast, við inngongdina til Kí-høllina (omanfyri við Bøgøtu) – og luttakararnir fáa hvør sína t-shirt
Kl. 13.00-17.00 Fyribyrgingarráðið, Hjartafelagið, Apoteksverkið o.o. ráðgeva um fólkaheilsu. Tað ber til at mála blóðtrýst
Kl. 14.45-14.55 Upphiting
Kl. 14.55-15.00 Fólkaheilsurenningin verður sett
Kl. 15.00-16.00 Ganga og/ella renna
Kl. 15.30-17.00 Allir luttakarar fáa frukt og leskandi drykkir
Kl. 16.15 Vinningar verða handaðir
Kl. 17.00 Tiltakið endar