Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsa: Hans Pauli til Klaksvíkar at renna

John William Joensen

Í morgin byrjar átakið ” Renn fyri heilsuna”, og tá verður landstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, ein at luttakarunum

Hans Pauli Strøm rennur næstan hvønn dag, og í morgin kemur hann at seta átakið "Renn fyri heilsuna", sum Sportmaster í Klaksvík, EIK og Treysti skipa fyri. 

Eins og í fjør, so er møguleiki at ogna sær eitt serligt hefti, har ein kann samla stempul fyri hvørja ferð ein luttekur. Tá ein hevur fingið ávikavist 5, 10 og 15 stempul verður gáva latin til viðkomandi.

Tiltakið, sum er ókeypis, byrjar kl. 14.00 hjá Sportmaster, og gongur rutan út á Skarðhamar at venda og aftur. Teinurin er 5 km og ein ger sjálvur av, um ein rennur ella gongur. 

Fyrireikararnir vóna at síggja nógv fólk í morgin. Tá ein kemur aftur, er okkurt at leska seg við, og Klaksvíkar Kommuna letur eisini frukt til øll sum eru við.