Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsa: Útflýggjan av enduskinsvestum í sambandi við fólkaheilsurenningina

John William Joensen

Øll sum luttóku í fólkaheilsurenningini í Havn og í Klaksvík, og ongan vest fingu, kunnu nú fáa sín endurskinsvest.

Bragdið útflýggjar á Torginum í SMS leygardagin kl. 10-16 og Treysti útflýggjar hjá Sportmaster í Klaksvík kl. 10-14.

Alla næstu viku verður eisini møguligt at heinta sín endurskinsvest hjá Sportmaster í Havn og Sportmaster í Klaksvík.

Neyðugt er at upplýsa startnr. og tey sum ikki fingu startnummar í Havn, kunnu gjalda í sambandi við avheintanina.

Vónandi nýta flest møgulig høvi at heinta enduskinsvestin longu leygardagin 11. oktober.

Bragdið, Treysti og Heilsumálaráðið

Harleywoodpaint