Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsukanningin

John William Joensen

Í morgun vóru borgar- og varaborgarstjórin á heilsumiðstøðini og byrjaðu Fólkaheilsukanningina sum hesa vikuna er í Klaksvík.

Í morgun byrjaði Fólkaheilsukanningin, sum Fólkaheilsuráðið skipar um alt landið undir navninum MARK.

Hon snýr seg um Motión, Alkohol, Royking og Kost – og fyrstur at vitja inn á gólvið á heilsumiðstøðini í Klaksvík vóru borgarstjórin og varaborgarstjórin.

Sama kanningarslag er brúkt í Danmark við umfatandi kanningini KRAM, sum hol varð sett á í vár. Føroyska MARK-kanningin er gjørd eftir sama leisti sum KRAM, sigur Fólkaheilsuráðið.

Ein tilvildarligur bólkur av fólki millum 40 og 70 ár verðru kannaður og skullu tey eisini svara einum spurnarblaði.

Fólkaheilsuráðið hevur fingið játtan frá Almanna- og heilsumálaráðnum til átakið, og eftir ætlan verður peningur eisini settur av til verkætlanina komandi fíggjarár, stendur í tíðindaskrivi.

Í fyrsta umfari verða 2000 fólk kannað. 1000 tey fyrstu í Tórshavnar kommunu, meðan hini 1000 verða innkallað soleiðis: 200 úr Suðuroy, 100 úr Sandoy, 100 úr Vágum, 300 úr Eysturoy, 200 úr Norðoyggjum og 100 úr Norðurstreymoy. Vísindasiðsemisnevndin og Dátueftirlitið hava góðkent verkætlanina

Borgarstjórin kláraði seg væl
Vit skulu heilsað og siga at teirbáðir borgarstjórin og varaborgarstjórin stóð seg væl í morgun – so vit kunnu staðfesta at topparnir í Klaksvík hava tað gott.

Fólkaheilsukanningarnar vera um alt landið og verða lidnar út á heysti.