Leygardagin 6. september kl. 14.00 skipar Treysti fyri Fólkaheilsurenning í Klaksvik.
Øll eru vælkomin at luttaka, og ein ger sjálv/ur av um ein rennur ella gongur teinin. Talan er ikki um rennikapping og ongin tíðtøka verður. Kortini verður stóra klokkan sett í gongd tá startskotið verður latið av, og so kann ein sjálvur hyggja eftir tíðini tá ein kemur aftur – væl at merkja um ein hevur hug til tað.
Teinar
Veljast kunnu tveir teinar. Styttri teinurin verður 2 km, meðan tann longri teinurin verður 5 km. Rutan er frá Badmintonhøllini, oman eftir Bøgøtu, aftanfyri Skýlið og úteftir. Tey sum renna styttra teinin venda á Gravarbø, meðan tey sum renna longra teinin venda úti á Skarðhamri. Á veg heimaftur skal snarast oman eftir Mækjuvegnum og niðan til Bøgøtu og so oman aftur til Badmintonhøllina. Skiltir verða sett út á rutuna.
Tilmelding
Tilmelding fer fram á www.renn.fo inntil fríggjakvøldi kl. 22.00 ella í Badmintonhøllini í seinasta lagi kl. 13.45. Luttøkugjaldið, sum er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn, fer óskert til Treysti. Við luttøkugjaldinum fæst endurskinsvestur og startnummar, sum er við í lutakastinum um 10 ymsar vinningar. Trekt verður á staðnum og skal ein verða á staðnum tá trekt verður lut.
Kanningar og kunning
Á staðnum verður ymisk kunning og ráðgeving um heilsu, og møguleiki verður eisini fyri at gera ymsar kanningar bæði áðrenn og aftaná ein hevur runnið ella gingið.
Til staðar verða m.a. Apotekið, Astma- og Allergifelagið, Fólkaheilsuráðið og onnur.
Frukt og vatn
Eftir at ein er komin á mál ber til at fáa frukt og vatn.
Skrá:
Kl. 13.00-13.45 Avheintan av startnummari og endurskinsvesti
Kl. 13.00-13.45 Tilmelding
Kl. 13.45 Felags upphiting, sum YNDI Fitness skipar fyri
Kl. 13.55 ÍSF-forsetin Sølvi R. Hansen sigur nøkur orð
Kl. 14.00 Startur uttanfyri Badmintonhøllina
Kl. 15.00 Lutakastið verður kunngjørt
Sum áður nevnt, so eru øll vælkomin at luttaka, og vóna fyriskipararnir at síggja nógvar luttakarar til Fólkaheilsurenningina í Klaksvík leygardagin




