Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsurenningin í Klaksvík

(Hannefía Joensen)

Í dag, leygardag 15 sept, var stóra fólkaheilsurenningin kring alt landið, og hóast veðri ikki var av tí besta so var fitt av fólkið savna saman uttanfyri SportMaster í Klaksvík.

Í klaksvík var byrja uttanfyri Sport Master, og sera fitt av fólki var savna hóast veðrið ikki var av tí besta, bæði regn og vindur.

Áðrenn farið var helt Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, eina røðu, og síðani var hita upp. Tað vóru starvsfólk frá Íðka ið vístu fólki hvussu hitast skuldi upp til renningina, stuttligt var at síggja bæði vaksin og børn øll í senn hoppa og gerða ymisk øvilsi. Síðan var skoti fyri startinum og øll fóru tuskandi avstað. Teinurin var frá SportMaster og út á Skarðhamar og heimaftur.