Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkakirkjan fer at kunna signa samkynd pør

Helgi Abrahamsen

“Tá danskar lógir verða settar í gildi fyri Føroyar, hava vit bara “eitt skot í byrsuni”. Tað vil siga, at vit kunnu ikki koma afturumaftur aftaná við ynskjum um at broyta tað.” Tað sigur Jonhard Klettheyggj, stjóri á Løgtingsskrivstovuni. Hann vísir í hesum sambandi til eitt rundskriv um hesi viðurskiftini. “Tí ber ikki til, juridiskt tekniskt, at broyta hjúnabandslógina nú, soleiðis at hon noktar hjúnum av sama kyni at verða signað í kirkjuni,” sigur hann.

“Tað var tí at vit á Løgtingsskrivstovuni mæltu til at gera eitt annað uppskot um nýtslu av kirkjum,” sigur Jonhard Klettheyggj. Men hetta uppskotið er nú tikið aftur.

Sostatt er støðan nú tann, at tvey uppskot liggja í løgtinginum um at broyta viðurskiftini viðvíkjandi hjúnabandinum, og verða tey samtykt, so er einki sum forðar fólkakirkjuni at signa borgarliga gift samkynd pør.

Nemur eisini við identitetin

Umframt hesa nevndu forðingina, vísir Jonhard Klettheyggj eisini á, at tað ber ikki til, eftir at eitt mál hevur verið til fyrstu viðgerð, at gera broytingar í teimum greinunum í lógini, sum ikki vóru nevndar í upprunaliga uppskotinum.

“Í hesum ítøkiliga málinum merkir tað, at tað ber ikki til nú at gera broytingaruppskot, sum nerta við § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini. Tann greinin er soljóðandi: Ægtefæller kan få et ægteskab, som er indgået ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken.”

Ikki samdur við Mentamálaráðið

Í einum skrivi sum Mentamálaráðið sendi Løgtingsins trivnaðarnevnd mánadagin verður mælt frá at gera broytingar í lógini um at brúka kirkjur, men heldur verður mælt til at umhugsa møguleikan at strika § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini.

“Eg eri ikki samdur við hasi tulkingini,” sigur Jonhard Klettheyggj. “Tað ber ikki til at strika § 14, stk. 2 nú,” sigur hann.