Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkalívsmyndir á fótbóltsvøllinum (við myndum)

Oliver Joensen

Í samband við fólkafundin, var stór skrúðgonga í Vágstúni við Hornorkestrinum á odda, harímillum eisini framsýningin "Fólkalívsmyndir" hjá Norðoya Fornminnafelag.

Tað var ein sonn frægd at síggja allan ungdómin, sum stóð saman um skrúðgonguna í Vágstúni í dag, har vóru umframt Kl. Hornorkestur, eisini skótar, bæði gulir og grønir og ikki at gloyma allan ítróttarungdómin.
Forvitnisliga framsýningin "Fólkalívsmyndir" var eisini á skránni í ár. Tað eru nú 9 ár síðani hon var sýnd seinast.
Útróðrarmenninir sótu í 8 mannafarinum íklæddir sum teir gomlu tá teir fóru til útiróðrar og meðan báturin bleiv drigin niðan á Djúpumýru hoyrdu vit teir syngja so vakurt.
Aftaná bátin, sum menn drógu, komu so kvinnur, menn og børn í klæðum, bæði til gerandis og heilagt, samstundis sum summi bundu ímeðan onnur bóru leypar og fjalmenn komu við síni útgerð, jú ein frægd fyri eygað og helst nakað, ið onkur ongantíð áður hevur sæð.