Umleið 40 til 50 fólk sýndu fram fólkalívsmyndir á Stangabrúnni undir leiðslu av Norðoya Fornminnafelag.
Inni í stóra tjaldinum á bryggjuni, var livandi framsýning av fólkalívsmyndum.
– Framsýningin av inniarbeiði lat upp kl. 14 og var opin fram til kl. 16:30, greiður Jógvan Ravnsfall frá.
– Ein long skrúgonga, har evni var útiarbeiði, gekk runt lítla eiði, norður gjøgnum N.P.gøtu, oman á Stangabrúnna – endaði eisini í tjaldinum.
– Manningin á gamla bátinum "Avlop" úr Kunoy sang meðan ró var fram við bryggjuni og tá tiltakið endaði kl. umleið 16:30 høvdu eini 50 fólk sýnt fram fólkalívsmyndir.
– Vit høvdu síðani eina hugnaløtu á Norðoya Fornminnasavni og samanumtikið vóru vit sera væl nøgd við tiltakið.
– Tað tók góðar tveir mánaðar at fyrireika fólkalívsmyndirnar og hóast Norðoya Fornminnasavn átti klæðir og lutir, so var størsti parturn av framsýningini ogna hjá privatfólki, sigur Jógvan Ravnsfjall.




