Komandi dagarnar fara næmingar úr átta fólkaskúlum at luttaka á Startup Camps í Spaniastovu í Klaksvík. Her fara næmingarnir ígjøgnum grundleggjandi venjingar, har tey læra at framleiða og menna nýggj hugskot.
Komandi dagarnar fara næmingar úr átta fólkaskúlum at luttaka á Startup Camps í Spaniastovu í Klaksvík. Her fara næmingarnir ígjøgnum grundleggjandi venjingar, har tey læra at framleiða og menna nýggj hugskot.
Næmingarnir fáa eina avbjóðing at loysa og arbeiða við hugskotum – frá byrjan til sølu. Dagurin endar við framløgum, har besta hugskotið verður virðislønt.
Hesi Startup tiltøk eru fyrsta liðið í íverksetarakappingini SkúlaFM millum næmingar í 9. og 10. flokki.
Undirtøkan fyri SkúlaFM er vaksandi, og í ár hava sum sagt heili átta skúlar meldað luttøku. Hesir eru Skúlin á Ziskatrøð, Skúlin við Ósanná, Skúlin við Løkin, Fuglafjarðar skúli, Vestmannaskúli, Nám X, Kommunuskúlin og Felagsskúlin á Oyrabakka.
Hesir skúlar hittast til eina stóra finalu 27. februar 2015, har tey bestu hugskotini í teimum ymisku skúlunum verða løgd fram á eini stórari finalu fyri áleið 400 áskoðarum.
Mentamálaráðið og Íverksetrahúsið settu í 2010 sjøtul á eitt skipað samstarv um íverksetan í fólkaskúlanum og hevur hetta samstarv eisini vakt ans uttanlanda.
Mandag Morgen, sum hevur arbeitt við at kortleggja hvussu arbeitt verður við íverkstan í teimum norðurlendsku fólkaskúlunum, hevur víst íverksetarakappingini stóran ans og hevur av tí sama mett Føroyar at verða frontrunner í Norðurlondum tá talan er um íverksetan í fólkaskúlanum.