Kommunan eigur at arbeiða tætt saman við leiðsluni á skúlanum, soleiðis at næsta byggistig ávirkar verandi skúlavirksemi minst møguligt. Eisini skulu vit fáa fyrireikingina heilt lidna og allar avtalur uppá pláss, so verkætlanin kann gerast so skjót og effektiv sum gjørligt
Vit kenna tað – hevur tú sagt A, mást tú siga B.
Tá ið vit fara undir nýggja verkætlan, so sum at byggja nýtt, byggja út ella byggja um, verður tað gamla ofta enn meira sjónligt og tykist meira ótíðarhóskandi.
Eg havi ofta hugsað um, hvussu hesar umstøður hava ávirkað bæði lærarar og næmingar í skúlanum øll hesi nógvu árini, vit hava bygt út og bygt um. Summi hava ongantíð upplivað skúlan øðrvísi – ávirkar hetta tey møguliga á ein neiligan og stressandi hátt?
Vit hava bygt skúlan út og um, og tað er orduliga gott. Hølini eru flott, hábærslig og góð. Tó vita vit, at enn eru nakrar treingjandi avbjóðingar. Eg eri ikki ein, sum heldur, at vit skulu gera so nógvar íløgur í senn, at viðlíkahald verður yvirsæð. Men næsta byggistig á Skúlatrøð eigur at verða gjørt í nærmastu framtíð. Men hvussu gera vit hetta, og hvussu ávirka vit sum minst verandi skúla, næmingar og lærarar?
Fyrst eiga vit at tryggja okkum, at tann parturin av skúlanum, sum er liðugur, ikki manglar nakað, og at tað uttanumøkið, sum ikki verður ávirkað av næsta byggistigi, eigur at vera heilt liðugt.
Kommunan eigur at arbeiða tætt saman við leiðsluni á skúlanum, soleiðis at næsta byggistig ávirkar verandi skúlavirksemi minst møguligt. Eisini skulu vit fáa fyrireikingina heilt lidna og allar avtalur uppá pláss, so verkætlanin kann gerast so skjót og effektiv sum gjørligt.
Signhild V. Johannesen, valevni á lista C!



