Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaskúlin og framtíðin

John William Joensen

Seinastu býráðssetu samtykti Klaksvíkar Býráð at hava eitt aðalorðaskifti um fólkaskúlarnar í Klaksvík.

Hetta skuldi gerast, fyri at lýsa støðuna og finna fram til hvussu stórar upphæddir skuldu nýtast til útbygging, ábøtur og krøv annars til eitt tíðarhóskandi framtíðar skúlaverk.

Tríggir fyrilestrar
Sum ein liður í komandi aðalorðaskifti, eru tríggir ymiskir fyrilestrar á skránni, sum hvør á sínum øki lýsa skúlan og tað árin hann hevur á næmingarnar bæði sum børn og vaksin.
Mánakvøldið 18. apríl var so fyrsti fyrilesturin á skránni. Georg Metz helt ein áhugaverdan fyrilestur við heitinum "Skolen for livet". Eftir fyrilesturin var møguleiki at seta honum spurningar, og er tað kanska ikki so løgi, at hann ikki varð yvirrendur av spurningum, tá hugsað verður um, at evnið var tungt og filosofiskt. Kanska vit fingu heldur meiri at hugsa um, enn beinleiðis at seta spurningar til.
Hetta gjørdist ein heldur ógreið byrjan. Ætlanin var ongantíð av hava kjak um skúlan hetta kvøldið. Fyrilestrarkvøldið skuldi enda við møguligum spurningum til sjálvan fyrilesturin. Hetta verður so lagt betur til rættis til komandi fyrilestrar. Sum áður lýst, so skuldu teir báðir fyrilestrarnir verið 30. apríl, men vegna forfall eru teir útsettir og verður lýst nærri seinni.

Aðalorðaskifti
Nógv hevur verið tosað um skúlan seinastu 20-30 árini, so vónandi verður úrslitið av aðalorðaskiftinum ein niðurstøða, har eitt greitt mál verður sett at arbeiða fram ímóti, eins og ein tíðarætlan verður løgd.

Sum grund fyri aðalorðaskifti kunnu vera settir spurningar sum
1. hvussu sær framtíðarskúlin út um 5, 10 og 15 ár?
2. skulu vera tveir skúlar
3. skal leggjast upp til samarbeiði
4. skal skúlin skipast sum barnadeild og framhaldsdeild
5. hvussu nógvur peningur skal til
6. hvat krevur nýggja fólkaskúlalógin
7. og aðrir viðkomandi spurningar

Upplegg verða sum lýsa tey ymisku sjónarmiðini og kjakast verður so út frá teimum. Umráðandi er at vit fáa eitt breitt og rúmligt orðaskifti. Men umráðandi er eisini at vit halda okkum til evnið so vit kunnu koma til eina greiða niðurstøðu.

Framtíðin
Tað er gott at fáa orðaskifti um skúlan, tí umstøðurnar eru alt annað enn góðar, men tað er so sanniliga álvarsamt, at vit sum politikarar taka við ábyrgdini og gera upp við okkum sjálvar hvat vit ynskja í einum góðum framtíðarskúla. Hvussu karmarnir skulu vera. Ein niðurstøða má gerast áðrenn ov long tíð gongur. Sum byggiharri er umráðandi at vit vita, hvat krevst viðvíkjandi innihaldinum í skúlanum, ikki minst tá hugsað verður um tær stóru linjurnar og langtíðarplanlegging.
At skapa karmar eftir innihaldinum, hetta kann bara gerast í tøttum samstarvi millum fakfólkini sum eru lærararnir og politikararnar, eins og bygt verður eftir teimum krøvum ið koma fra landsmyndugleikunum bæði innihaldsliga og fyri uttaru karmarnar.
Viðvíkjandi fíggjarligu síðuni, er tað ein spurningur um raðfesting, har eg haldi at hvør einstakur politikari má hugsa um hvussu umráðandi tað er, at vit hava góðar fólkaskúlar í Klaksvík við børnum og ungum, sum er ein stórur partur av menningini í økinum. Óansæð hvør niðurstøðan verður er greitt at hetta kemur at krevja stórar upphæddir á komandi fíggjarætlanum hjá býráðnum.

Gunvá við Keldu,
formaður í Mentanarnevndini