Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FÓLKASKÙLIN, varðin, vegurin og vitin.

John William Joensen

Mál, mentan og søga.

Fólkaskúlin er tann týdningarmesti mentunarberi vit eiga í Føroyska samfelagnum. Skúlin er karmur um mál, mentan og søgu okkara. Øll eru á ein ella annan hátt knýtt at skúlanum, og tí hava vit eisini nógvar og ymiska meiningar um hann. Men eg trúgvi vit eru samd um at hjartatátturin í Føroyska skúlanum júst er málið, mentanin og søgan.

Tjóðveldi hevur sum mál at styrkja henda partin av fólkaskúlanum, ásannandi at skulu vit hava ein sterkan samleika og harvið eina sterka tjóð, er hetta besta íløgan vit kunnu gera í framtíðina.

Undirvísingartilfar og fjølbroytt tilboð til næmingar við serligum tørvi.
Vegurin at ganga framá er við at styrkja munandi um framleiðsluna av skúlabókum. Við áhaldandi at vísa á hetta, hevur tað í undanfarna valskeiðið eydnast at hækka játtanina til Skúlabókagrunnin við einari mió. kr. Men enn er langt eftir á mál. Haldi vit eisini eiga at tora at inndraga aðrar bókaútgevarar í arbeiði at framleiða undirvísingartilfar.

Ein fyritreyt fyri at øll skulu kunna mennast í Føroyska fólkaskúlanum, er at vit skipa góð og fjølbroytt undirvísingartilboð til næmingar við serligum tørvi. Arbeiði at skipa serstovur kring landið heldur fram og skal útbyggjast. Eisini einstaki skúlin skal hava fleiri tímar til hetta endamálið.

Faklig styrki, skapanarevni og trivnaður hond í hond í fólkaskúlanum.
Vit skulu tora at seta faklig krøv, og at kanna hvussu langt vit eru nádd við okkara málum, eisini í fólkaskúlanum. Men vit skulu ikki gloyma at skapanarevni hjá einstaka barninum, er eins týðandi partur av menniskjanum og fakligi førleikin, og sum eisini allatíðina eigur at styrkjast og mennast.

Umframt hesar báðar partar av næminginum skúlin hevur skyldu at menna, áliggur honum eisini at skapa trivna í flokkinum og millum starvsfólkini. Um hesin trivnaður ikki er til staðar, er ongin møguleiki at røkka málunum um høgan fakligan førleika og at styrkja og menna skapanarevni hjá næmingunum. Tí hevur Tjóðveldi sum mál at seta floksins tíma aftur á tímatalvuna í fólkaskúlanum. Ein floksins tíma sum hevur greið mál fyri hvat skal gerast og gevur læraranum stundir og møguleika at røkja uppgávuna, at skapa trivna hjá barninum.

X við E
Heidi P

Les meira á www.tjodveldi.fo/heidi