Hóast vøksturin ikki er so ógvisligur, so siga seinastu tølini frá positivari gongd í íbúgvaratalinum í Kl. Kommunu higartil í ár, og út frá gondini í Vágum í løtuni kunnu vit rokna við størri vøkstri, tá undirsjóvartunnilin er komin.
Eftir at fólkatalið í Klaksvíkar Kommunu í 2001 minkaði eitt vet úr 4780 niður í 4773 byrjaði tað aftur at vaksa, og við ársenda í 2002 vóru 4793 borgarar í kommununi, svarandi til 20 fleiri enn við ársbyrjan.
Í seinastu Hagtíðindum, sum Hagstova Føroya gevur út, verður upplýst, at fólkatalsvøksturin í Klaksvíkar Kommunu er hildin fram í ár. Fyrstu 4 mánaðarnar í 2003 er fólkatalið økt við 40, soleiðis at tað tann 30. apríl vóru 4833 borgarar í kommununi.
Í prosentum svarar hetta til ein vøkstur upp á 0,8%, sum er størsti vøksturin, um vit bera saman við tær størru kommunurnar.
Vágatunnilin
gevur Vágum.
Mest eyðsýndi vøksturin í fólkatalinum higartil í ár er at finna í Vágum. Har er fólkatalið fyrstu 4 mánaðarnar økt við 1,5%, sum er nógv tað hægsta talið, samanborið við hinar landspartarnar.
Næstbest er Klaksvíkarøkið (Klaksvík og Hvannasund), sum hevur ein samlaðan vøkstur upp á 0,7%.
Á gáttini til
broytingar.
Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri fegnast um hesa seinastu positivu gongdina í fólkatalinum, sum hann vónar fer at halda fram.
– Hetta, at vøksturin nú er størstur í Vágum, gevur ábendingar um, at vit her í økinum um rætt verður atborið kunnu rokna við størri vøkstri í fólkatalinum, tá Norðoyatunnilin er komin.
– Tað eru sjálvandi nógv viðurskifti, sum vit ikki eru harrar yvir, men uppgávan hjá býráðnum og hjá okkum øllum má til eina og hvørja tíð vera at gera tað, sum stendur í okkara makt, til frama fyri lokalsamfelag okkara og samfelagið sum heild.
– Í so máta eru vit júst nú í eini søguligari tíð, har Klaksvík og Norðoyggjar standa á gáttini til stórar og kollveltandi broytingar, sum koma við Norðoyatunnlinum, sigur borgarstjórin í stuttari viðmerking.




