Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkatingsessirnir í ein útnyrðing fáa rúmd

Danial Viðoy

Fólkatingsval 2015: Teir fýra Fólkatingssessirnir, sum ávikavist Føroyar og Grønland fáa væl av umtalu í donsku miðlunum. Valstríðið bleiv kanska tættari enn væntað var framman undan og tískil verður nú ikki bert talt upp í 175, men upp í 179.

Fólkatingsval 2015: Teir fýra Fólkatingssessirnir, sum ávikavist Føroyar og Grønland fáa væl av umtalu í donsku miðlunum. Valstríðið bleiv kanska tættari enn væntað var framman undan og tískil verður nú ikki bert talt upp í 175, men upp í 179.

Berlinske ger í morgun vart við, at til hetta Fólkatingsvalið verða vit sum nú er noydd at telja Fólkatingssessirnar úr Føroyum og Grønlandi við, til tess at fáa greiðu á, hvussu litt tað danska politiska landslagið verður eftir Fólkatingsvalið 18. juni.

Valstríðið í Danmark er sum kunnugt tætt sum ongantíð áður. Nógvir politiskir viðmerkjarar sammeta hetta Fólkatingsvalið við valið í 1998, tá ið Jóannes Eidesgaard bleiv hin avgerandi sessurin hjá reyða blokkinum.

Berlinske skrivar at serliga sessirnir úr Føroyum og Grønlandi kunnu vera við til at hjálpa Helle at endurvinna maktina. Tí í teimum seinastu Fólkatingsvalunum hava trý út av fýra stuðla reyða blokkinum, tvey úr Grønlandi og ein úr Føroyum.

Tveir av hvørjum ella tveir borgarligir?

Í Føroyum er nokkso sannlíkt at teir báðir Fólkatingssessirnir fara at stuðla hvør sínum blokki. Men tað kann eisini henda at tað verða tveir borgarligir sessir, sum fara niður á Christiansborg. Til eitt Fólkatingsval kann tað óvæntaða henda.

Edmund Joensen og Sambandsflokkurin fáa eftir øllum at døma ein Fólkatingssess, í meðan Javnaðarflokkurin hevur ein lítlan fyrimun við Sjúrða Skaale. – Men tað er tó væntandi at Fólkaflokkurin og Tjóðveldi koma at arga og kappast við Javnaðarflokkin um tann seinna sessin, tí tað eru nøkur sterk valevni uppstillað hjá hesum báðum flokkum.

Fær Tjóðveldi ein sess, broytist onki í mun til donsku samgonguna, men fær Fólkaflokkurin hinvegin ein sess, verða tað allar helst Lars Løkke Rasmussen og tann blái blokkurin, sum strúka av stað við sigrinum. – Til stuttleikar kann nevnast at eitt Fólkafloksumboð kundi lagt Vinstra og Lars Løkke lag á, hvussu ein skattareformur skal gjøgnumførast, tí Vinstri vil nú eisini at tað skal loysa seg at arbeiða.

Vit kunnu ið hvussu er verða samd um, ella gita okkum til, at Sambandsflokkurin fær ein fólkatingssess, ímeðan tað enn er eitt sindur óvist, hvørt Fólkaflokkurin, Tjóðveldi ella Javnaðarflokkurin strúka av stað við tí seinna flogferðaseðlinum niður á Christiansborg.