Sjúrður Skaale kallar nýggju útlendingalógina, sum landsstýri leggur fyri tingið í komandi viku fyri eina lappaloysn
Føroyski Fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, sigur at sjálvandi fer hann í Fólkatinginum at taka undir við tí sum Føroya Løgting samtykkir.
– Men eg má siga sum er, at uppskotið, sum landsstýri fer at leggja fyri tingið í komandi viku er so at siga óbrúkiligt.
– Í uppskotinum er avmarking, sum merkir at um arbeiðsloysi fer upp um 3,2 prosent í tríggjar fylgjandi mánaðar, so verður næstan ikki gjørligt at fáa útlendska arbeiðsmegi inn í landið.
– Hendan avmarking ger at lógin so at siga verður ónýtilig og má eg siga sum er, at her hava fagfeløgini havt alt ov stóra ávirkan í landsstýrinum.
Sjúrður Skaale minnir annars á at løgtingið má bera skjótt at, tí lógin skal eisini samtykjast í Danmark og Fólkatingið fer í summarfrí einaferð fyrrapartin av junimánaða.
– Eg haldi at vit áttu at gjørt eina smildliga lóg, sum lat upp fyri møguleikanum at arbeiðsmegin flutti seg frítt, tá tørvur var á tí, eins hon kann í londunum rundan um okkum.
Fólkatingslimurin hevur fingið ábreiðslur frá samgongulimum fyri at verða ímóti einum uppskotið, sum løgtingið ætlar at samtykkja, men Sjúrður Skaale vísir hesum ábreiðslum frá sær.
– Eg fari sjálvandi sum Fólkatingslimur at takað undir við tí, sum løgtingið samtykkir, men hinvegin fari eg at stríðast fyri at vit fáa eina útlendingalóg, sum passar til føroysk viðurskftið – og veruleikin er at føroyska vinnulívið fær lítið og einki burtur úr uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni í útlendingamálum.




