Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkavøkstur – Nú yvir 700 í Eiðis kommunu

Tidindaskriv

 Í 2003 var fólkatalið í Eiðis kommunu 723, mentíverri byrjaði ein minking í fólkatalinum tá. Í tíggju fylgjandi ár minkaðifólkatalið og í 2012-2013 rakti kommunan botnin, tá fólkatalið kom niður áávíkavist 662 og 666 borgarar.

Men síðani 2013, hevur gingið munandi betur,og er Eiðis kommuna millum kommunurnar í landinum sum hevur lutfallsligastørsta fólkavøkstur.

Í 2013 búðu 666 borgarar í Eiðis kommunu, ognú í 2016 er talið av borgarum í Eiðis kommunu 702. Kommunan hevur merkt einvaksandi áhuga fyri at seta búgv í kommununi.

 “Vitfáa regluliga fyrispurningar um møguligar íbúðir og møgulig grundøkir og annarsfyrispurningar um ymiskt v.v. búseting í kommununi.”

Spurdur um hví kommunan er vaksin so nógvseinastu árini, sigur borgarstjórin:

“Tað er kanska nakað nasadjarvt at siga atførdi politikkurin eigur allan heiðurin, men eg eri vísur í at politikkurin íkommununi hevur gjørt sítt til fólkavøksturin”

Víðari sigur hann:

“Tá talan er um fólkatal, vóru vit í einumdjúpum aldudali tá sitandi bygdaráð tók við. Hetta bygdaráðið setti sær sumhøvuðsmál, at Eiðis kommuna skal setast á Føroya kortið og at kommunan javnanskal skipa fyri trivnaðarfremjandi tiltøkum, og sigast má at taktikkurin samanvið skattalækkingini hevur givið ávøkst, seinastu trý árini er fólkatalið nógvvaksið og allir pílar peika rættan veg.”

Útlitini í kommununi eru góð, fólkatalið erstøðugt vaksandi og vænta tey í Eiðis kommunu at hetta kemur at haldaáfram. 

Harleywoodpaint