Fyri fimm mánaðum síðan tók nýggj býráðssamgonga millum Sjálvstýrisflokkin, Tjóðveldið og Javnaðarflokkin undir leiðslu av Jógvan Skorheim við, og í hesum sambandi settu vit borgarstjóranum stevnu beint undan Norðoyastevnu.
Fyri fimm mánaðum síðan tók nýggj býráðssamgonga millum Sjálvstýrisflokkin, Tjóðveldið og Javnaðarflokkin undir leiðslu av Jógvan Skorheim við, og í hesum sambandi settu vit borgarstjóranum stevnu beint undan Norðoyastevnu.
Jógvan Skorheim sigur, at hansara royndir sum varaborgarstjóri, formaður og limur í fleiri av býráðsnevndunum í undanfarnu býráðssetu hevur verið honum ein góð barlast hesa fyrstu tíðina í starvinum sum borgarstjóri.
Hetta er ein spennandi avbjóðing, ið eg veruliga kenni sum ein framíhjárætt. Sjálvandi eru uppgávurnar nógv fleiri í tali nú, men hetta kann eg ikki annað enn fegnast um, tí tað ber boð um eina livandi kommunu, her tað hendir nakað hvønn dag.
Slagorðið hjá nýggju býráðssamgonguni er “Fjølbroytni og vøkstur”, og sambært samgonguskjalinum eru hjartamálini hesi:
Skúlin á Ziskatrøð verður bygdur
Lætti til barnafamiljur
Fjøltáttaðir bústaðar-møguleikar
Víðkaðar karmar til
vinnuna
Bussleið
Sambært borgarstjóranum er longu nógv sett í verk.
Fjølbroyttar bústaðir
Vit hava millum annað sett ferð á útstykkingina millum Hjalla. Har eru longu 45 grundstykkir í dag, men vit hava avgjørt at bjóða ein part av hesum grundstykkjum út til raðhús. Hetta verður gjørt fyri at fjøltátta bústaðarmynstrið í kommununi. Í dag kostar tað umleið tvær til tríggjar mió. kr. at byggja eini sethús og við at lata upp fyri bygging av raðhúsum, kunnu borgarar seta búgv í nýggjum íbúðum fyri 1,2 – 1,3 mió. kr. Eydnast hetta átakið, eru vit sannførd um, at tað fer at hava eina jaliga ávirkan á bústaðarmynstrið í Klaksvík. Vit ynskja at geva borgarum møguleika at búseta seg til ein lægri kostnað, so tey hava fleiri møguleikar njóta býin og tilboðini her.
Nýggja havhitaskipan
Býráðið hevur eisini sett sær fyri at gera eina nýggja havhitaskipan, sum skal hita fleiri av stóru bygningunum hjá kommununi. Her hugsa vit serliga um Svimjihøllina, KÍ- og Badmintonhøllina umframt skúlarnar og aðrar bygningar. Átakið er ein liður í at skapa eitt grønari umhvørvi, og at fáa rakstrarkostnaðin niður. Væntað verður, at kommunan fer at fáa eina árliga sparing á uml. kr. 600.000 – 700.000. Hóast vit merkja øktar skattainntøkur, so er umráðandi fyri okkum, at vit finna sparingar, har tað er møguligt. Vit mugu framhaldandi hava eyguni eftir rakstrinum hjá kommununi, soleiðis at vit framhaldandi hava eina kommunu, ið er fíggjarliga væl fyri.
Nýtt vinnuøki á Borðoyavík
Beinanvegin nýggja býráðssetan byrjaði, varð farið undir at arbeiða við einum nýggjum vinnuøki við Borðoyarvík. Ætlanin er, at partur av gróttøkuni verður flutt av Strond og niðan á Borðoyarvík.
Í hesum sambandi eru vit farin í holt við at útstykkja nýggj vinnuøki norðuri á Strond, samstundis sum vit gera klárt til meiri virksemi úteftir Borðoyarvík. Tað hevur verið ein stórur trupulleiki í mong ár, at kommunan ikki hevur havt vinnuøki tøk til vinnuna, men nú verður hesin trupulleikin loystur. Eisini leggja vit okkum eftir, at nýggja vinnuøkið við Borðoyarvík ikki ávirkar náttúruna. Hetta økið verður eitt vakurt øki, sum fellur væl inn í náttúruna, og við síni plasering beint við Norðoyatunnilin verður tað sera innbjóðandi hjá vinnuni at seta seg niður her.
Tað er vinnulívið, sum útvegar samfelagnum inntøkur, og tí er hetta økið raðfest sera høgt. Av somu orsøk hevur býráðið eisini valt at undirskriva sáttmála við byggifelagið Kanjon, sum skal byggja nýggja bryggju millum KSS og Kósina, og byrjar arbeiði í viku 21. Arbeiðið fer eftir ætlan at kosta 6,7 mió. kr. og fer uttan iva at skapa enn fleiri vinnumøguleikar.
Politikkur á fleiri økjum
Arbeiðið við at skipa politikk á teimum ymisku økjunum, er farið í gongd. Fyrsta ítøkiliga arbeiðið sóu vit fyrr í ár, tá trivnaðardeildin saman við ungdómshúsinum skipaði fyri einum fundi í skúlanum við Ósánna í samband við ungdómsgransking. Hetta var fyrsti liður í at orða ein ungdómspolitikk fyri kommununa. Hetta arbeiðið er sostatt byrjað, og kunnu vit síggja fram til, at kommunan mennir ein miðvísan politikk á øllum økjum. Hetta er eitt gott grundarlag undir einumhvørjum býráð, tí vit mugu flyta okkum frá, at støða verður tikin frá mál til mál, men at man í staðin fær ment ein yvirordnaðan politikk, sum umfatar ymisku økini.
Betri møguleikar fyri lesandi
Eisini ynskja vit at menna umhvørvið fyri lesandi í Klaksvík. Vit hava latið kommununa upp, soleiðis at lesandi, sum arbeiða við eini uppgávu – tað verið seg á bachelor, candidat ella líknandi støði – kunnu koma inn í húsið at arbeiða og fáa neyðugt tilfar til at skriva uppgávuna. Hetta fer eisini at geva okkum nakað. Sum kommuna er tað umráðandi, at vit eru opin og áhugaði í teimum mongu lesandi. Hetta gevur okkum møguleika at fáa nýggj eygu á fleiri mál, ið vit til dagliga arbeiða við, og kann verða við til at menna tey lesandi og samstarvið millum Klaksvík og okkara lesandi aðrastaðni. Er talan um lesandi uttanlanda, so bjóðar kommunan seg til at gjalda ferðaseðil. Vit hava longu havt fleiri, sum hava sýnt hesum møguleika ans, og vit eru sera spent at vita, hvussu hendan skipan fer at roynast.
Eisini hava vit samtykt at lata eitt lestrarkort til allar miðnámsskúlanæmingar í Klaksvíkar Kommunu. Hetta verður sett í verk í komandi skúlaári og gevur lesandi møguleika at fáa bíligari bøkur í handlum, fáa lut í serligum tilboðum og luttaka á serligum tiltøkum fyri lesandi.
Inntøkur fólkavøkstur
Vit hava verið í teirri hepnu støðu, at inntøkurnar eru øktar fyrstu fýra mánaðirnar í árinum, og hetta kunnu vit fegnast um. Eg eri sannførdur um, at vøksturin stavar frá uppisjóvarvinnuni, sum bæði beinleiðis og ikki minst óbeinleiðis skapar nógvan aktivitet í samfelagnum.
Vit hava sum næstan eindømi í Føroyum upplivað ein fólkavøkstur seinastu tvey árini.
Arbeiðið at byggja nýtt røktarheim gongur, sum ætlað, og sær fíggjarætlan út til at halda. Arbeiðið verður liðugt fyrst í september, og fegnist eg um, at vit fáa eitt tað flottasta røktarheimið í Føroyum, har íbúð er til hvørt búfólkið, og har møguleiki eisini er hjá pørum at flyta inn.
Arbeiðið við at útstykkja miðbýin gongur, sum ætlað, og vit vænta, at frá 1. januar 2014 verða fyrstu grundstykkini í miðbýnum boðin út til almenna sølu ella leigu.




