Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkið í Sunda Kommunu segði nei

Helgi Abrahamsen

Fólkaatkvøðan í Sunda kommunu um at leggja skúlarnar saman endaði við at fólkið segði nei.

Í Hósvík høvdu 220 fólk valrætt og av teimum vóru 177 á vali. 143 atkvøddu ja fyri at varðveita Hósvíkar skúla og 34 atkvøddu nei.

Í Hvalvík høvdu 366 fólk valrætt og 242 vóru á vali. 127 atkvøddu ja fyri at varðveita Hvalvíkar skúla og 115 atkvøddu nei.

Sostatt vísir úrslitið at meirilutin ynskir varðveita skúlarnar í Hósvík og í Hvalvík.