Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fonnflog nú eisini umboð fyri Smyril Line

John William Joensen

"Úr Klaksvík til Danmarkar við bili" er nýtt slogan, sum Smyril Line hevur sett á uppslag, sum er gjørt í samband við at Fonnflog nú eisini umboðar Smyril Line.

Svein á Heiðunum, sølustjóri hjá Smyri Line sigur, at við hesum samarbeiðinum við Fonnflog, hava norðoyingar møguleikar at greiða allar spurningar í samband við ferðing við Norrønu.
Vit rokna við, at Fonnflog hevur møguleika at geva viðskiftafólki okkara eina betur tænastu, enn hana vit kunnu geva av høvuðsskrivstovuni í Havn, orsakað av fjarstøðuni. Tað er innlýsandi ein fyrimunur at viðskiftafólk kunnu koma inn á gólvið hjá Fonnflog og har saman við einum starvsfólki á ferðaskrivstovuni, hava møguleikan at leggja til rættis júst ein túr við Norrønu, sum passar til tann einstaka.
Leivur Fonn er sera glaður um samstarvið. Hann sigur, at í øll tey 14 árini hann hevur rikið ferðaskrivstovuna Fonnflog, hevur hann roynt at komið í samstarv við Smyril Line, men at hetta er ikki eydnast fyrr enn nú.
Sum eina tænastu til viðskiftafólk okkara, hava vit eisini avgreitt ferðaseðlar við Norrønu, men hetta er ikki nakað sum vit higartil hava gjørt nógv við, orsakað av at vit onga avtalu hava havt við Smyril Line.
Nýggja avtalan við Smyril Line gevur okkum enn betur møguleikar at røkja áhugamálini hjá viðskiftafólki okkara og tað er við ikki sørt av stoltleika at vit nú eisini veruliga fara at selja ferðaseðlar sjóvegis.
Leivur Fonn heldur, at tað at umboða Smyril Line hóskar væl saman við søluni av flogferðaseðlum, tí hesir báðir háttirnir at ferðast uppá taka í veruleikanum ikki so nógv frá hvørjum øðrum. Um ein familja velur at fara við egnum bili, so er valið sjálvandi at fara við Norrønu og tað er júst her at Norrøna hevur sína sterkastu síðu.
Svein á Heiðunum var um dagarnar í Klaksvík fyri at seta starvsfólkini á Fonnflog inn í bókingarskipanina hjá Smyril Line og samstundis varð sáttmáli um samstarv undirskrivaður við Smyril Line.