Í vikuni lat upp nýggj deild av ferðaskrivstovuni Fonnflog. Eftir at hava keypt Novena Tours í Runavík, hevur Leivur Fonn latið upp egna deild har.
Tað mundi vera fáur, sum trúði uppá, at tað fór at bera til at hava eina ferðaskrivstovu í Klaksvík at selja ferðaseðlar, tá Leivur Fonn og kona hansara Ásla fyri 12 árum síðani fóru undir hetta virksemið.
Hetta hevði verið roynt fyrr í Klaksvík, tó ikki við góðum úrsliti. Men við nærlagni, arbeiðssemi og framúr góðari kundatænastu, hevur tað eydnast teimum at arbeitt Fonnflog upp til eitt gott og í mun til slíkar fyritøkur her á landi, stórt arbeiðispláss við seks fólkum í starvi.
Leivur Fonn sigur, at tað ongantíð var ætlanin at fara longur enn til høvuðsskrivstovuna í Klaksvík, men virksemið hjá okkum er vaksið nógv seinnu árini og tá høvið nú beyðst at yvirtaka eina líknandi fyritøku í Runavík, valdu vit at taka av.
Einamest gjørdu vit hetta við atliti til, at vit hava nógv viðskiftafólk í Eysturoynni og fyri at vera nærri teimum og fyri at kunna veita teimum eina enn dyggari tænastu.
Vit eru sum sagt seks fólk í starvi ídag, tá rokna vit bert eitt fólk til deildina í Runavík, men ásannandi at illa ber til at hava eina skrivstovu opna hvønn dag í viku bert við einum fólki, fara vit helst, tá nú feriutíðin byrjar, at seta eitt fólk afturat í starv í Runavík.
Fyri at starvsfólkið hjá okkum í Runavík ikki skal sita einsamalt har hvønn dag, hava vit fyribils valt at ferðast ímillum, so hon kemur hendavegin og vit eisini senda fólk av skrivstovuni her út til Runavíkar at arbeiða. Hetta verður sjálvandi lættari tá undirsjóvartunnilin verður liðugur og tunnilin hevur helst eisini gjørt sítt til at vit settu okkum niður í Runavík eisini.
Uppá fyrispurning okkara, um Fonnflog kanska fer víðari, eitt nú til Havnar, sigur Leivur: Nei, tað haldi eg so avgjørt ikki. Eg eri ikki heilt ungur longur og eg ætlaði ongantíð at virkið skuldi vaksa ov nógv, heldur skuldu vit konsentrerað okkum um tað vit eru best til. Eisini havi eg bát liggjandi, sum eg ongantíð havi tíð at brúka, sjálvt um mær dámar sera væl at flóta. Men leggur hann afturat, hvør veit, eg hevði fyri stuttum ongar ætlanir um at seta á stovn deild í Runavík.
Nógv fólk stukku inn á gólvið, tá opið hús var í nýggju deildini í Runavík leygardagin.
Norðlýsið fer við hesum at ynskja Leivur og Áslu saman við starvsfólkunum hjartaliga tillukku við nýggjá átakinum og góðan byr framyvir.




