Umleið 150 luttakarir, ymsastaðni frá í landinum, eru við í hesum serstaka fótbóltsskúlanum sum KÍ skipar fyri, saman við Andy Williams úr Liverpool FC.
Í morgun kl 9.00 møttust venjarar og hjálparfólk til Football 04, á Loftinum í KÍ-høllini, og løgdu seinastu tingini til rættis. Finn Johannessen, samskipari og Andy Williams frá Liverpool FC, bjóðaðu venjarunum vælkomnum og kunnaðu um hvat fór at henda í dag.
Byrjað bleiv kl. 10 í morgun, tá allir luttakarnir hittust á vøllinum, har í Finn og Andy Williams bjóðaðu luttakarunum vælkomnum til Football 04. Síðani fóru fyrstu venjingarnar í gongd, og hildu fram til umleið kl. 12. Tá bleiv hildin ein døgverðasteðgur uppá umleið 2 tímar. Luttakarnir høvdu møguleika fyri at svimja í døgverðatímanum eisini. Eftir døgverða hildu venjingar fram til umleið kl. 16, við onkrum stuttum steðgi ímillum.
Venjingarnar í dag hava verið á Djúpumýru, á Fossánesi og á Viðareiði. Seinnapartin hava nakrir leikarir verið á einum spæliplássi í býnum og vant eisini, og tað dámdi teimum avbera væl.
Andy Williams hevur í dag hugt eftir leikarum og práta við venjararnar, umframt at hann hevur vant dreingjaliðsleikarir. Næstu tveir dagarnar fer hann at venja hini liðini. Hósmorgunin fer hann at halda fyrilestur um hugburð og hvat skal til fyri at blíva ein góður og evnaríkur leikari. Eisini fer Jákup Mikkelsen, landliðsmálverji, at greiða frá síni tíð, sum yrkisleikari uttanlanda.
Alt í alt hevur dagurin í dag gingið væl, og vóru luttakarnir vælnøgdir, tá teir fóru heim. Nakrar myndir frá degnum, eru at síggja í myndasavninum á heimasíðuni www.finneverton.com
Football ’04 heldur fram í morgin, tá byrjað verður kl. 10 og hósdagin.




