Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Football has given me everything in life, tobacco almost took it all away

tórbjørn jacobsen

Ímillum popparar, rockarar og fólkatónleikarar á bróstinum í lítla býli mínum á Glyvravegi 50 í tannárunum, hekk ein rættiliga trivalig plakat av kenda niðurlendska fótbóltsspælaranum Johan Cruyff. Helst er hon komin upp at hanga eftir HM í Vesturtýsklandi í 1974, har vertirnir vunnu finaluna ímóti besta liðnum í kappingini – Hollandi.

Ímillum popparar, rockarar og fólkatónleikarar á bróstinum í lítla býli mínum á Glyvravegi 50 í tannárunum, hekk ein rættiliga trivalig plakat av kenda niðurlendska fótbóltsspælaranum Johan Cruyff. Helst er hon komin upp at hanga eftir HM í Vesturtýsklandi í 1974, har vertirnir vunnu finaluna ímóti besta liðnum í kappingini – Hollandi.

10 ár seinri var eg so heppin at síggja seinasta dystin, sum Amsterdam-ikonið leikti sum yrkisleikari. Tá hann sum óviti lærdi bóltkynstrið, betri enn nakar annar, í smáu síðugøtunum í heimbýnum, hevði hann neyvan roknað við, at hann skuldi enda sína fótbóltsslóð á vølli, við at vinna greipuna saman við Feyenoord í 1984. Ajax mundi alt lívið eiga mesta rúmið í hjarta hansara, og hetta skiftið til stóra Rotterdam-felagið svarar lutfalsliga til, at nógv frægasti NSÍ leikarin flytir út á Toftir at spæla. Í hesum førinum var tað kortini barndómsfelag hansara sum ikki ynskti at halda fram við samstarvinum, helst var tað aldurin, men at hann 37 ára gamal megnaði at stýra Feyenoord fram til greipuna hetta árið, mundi koma serstakliga óvart á oddvitarnar í Amsterdam.

Nógvar metingar eru dag frá degi um hvør besti leikarin í heiminum man hava verið ella er. Cruyff, Pelé, Maradona, De Stefano ella Beckenbauer. Hesir verða ofta javnsettir, men orsøkin til at Johan ikki stendur ovastur av hesum er helst, at hann ongantíð vann HM í fótbólti við niðurlendska landsliðnum. Teir áttu at vunnið í München, og tey eru mong sum halda, at var Cruyff við í finaluni í Buenos Aires, so høvdu hollendingarnir vunnið sær eitt heimsmeistaraheitið ta ferðina. Mín meting er, at Johan Cruyff er størsti fótbóltsheilin, sum nakrantíð hevur livað. Bæði sum spælari og venjari hevur hann prógvað hetta so søttliga. Onkur heldur, at Rinus Michels uppfann totalfótbóltin, hann hevur kanska havt ein fingur við í spælinum, men uttan legenduna Cruyff, sum doyði fyri fáum døgum síðani, hevði hann aldri fingið konseptið at rigga. Har var líka nógv í høvdinum sum í beinunum á manninum, sum segði, at fótbóltur hevði givið honum alt her í lívinum, ímeðan tubbakkið næstan hevði forkomið øllum aftur. Tað hendi uppaftur meiri enn tað Skírishósdag í ár, tá nikotinkrabbin í lungunum tók hann burtur úr jarðiska lívinum 68 ára gamal.

Vit sigldu nakrar vetrar og vár fyri Skipafelagið Føroyar millum Føroyar, Grimsby og Rotterdam. Um sumrarnar vóru vit í Grønlandi. Eg var ungur skipari tá, 28 ára gamal, og var vorðin góður vinur við ein water clerk hjá umboðsmanni okkara í Rotterdam. Hann gekk okkum so sera væl til handa, og vit spjallaðu nógv og mangan saman. Hann var flótti frá Molukkunum, og var bitin av fótbólti. Ein landsmaður hansara var hin kendi molukkin Símun Tahamata, ið er mest gitin sum Ajax spælari, men sum eisini leikti við Feyenoord eitt skifti. Meðan vit liggja við bryggju í stóra niðurlendska havnabýnum Rotterdam, sigur hann mær, at steypafinalan í Hollandi skal spælast um hetta mundið, og at fráboðað er, at hetta verður seinansti dysturin hjá Johan Cruyff yvirhøvur sum yrkisleikari. Fortuna Sittard og liðið hjá Johan skuldu leika ímóti hvørøðrum í finaluni, sum skuldi verða hin 2. mai á De Kuip leikvøllinum, har ímillum 60 og 70 túsund áskoðarar fáa sitið.

Spurdi hann um nakar møguleiki var fyri, at vit, manningin, høvdu nakran kjans fyri at fáa atgongumerkir til hendan dystin. Tað helt hann ikki, men hann skuldi gera sítt ýtarsta. Hann legði á svarta marknaðin, og morgunin eftir kom hann aftur við atgongumerkjunum til alla manningina og sín sjálvan, sum eg hvepti meg við at gjalda, so dýrar tær vóru. Kortini varð alt avgreitt. Vt gingu bara sum í einum døsi hendan dagin, so spentir vóru vit føroyingarnir. Finalan skuldi spælast um náttverðartíð, tað ráddi um at leina alt upp til finaluna hjá liðunum og okkum.

Um 15-tíðina hendan sama seinrapartin er molukkin aftur umborð, nú eru telefonboð úr Keypmannahavn, og eg aki við honum niðan til agentin. Hinderikus Lamain, sum var giftur dóttir Zacharias á Skipafelagnum, og ein av stjórunum í felagnum, er í hinum endanum, og biður okkum fara frá bryggju sum skjótast. Nú vóru av sonnum góð ráð dýr. Vit sigldu fyri hann, hann ráddi fyri borgum, men nú lá eg sum lús ímillum tvær negl. Ímillum havið og eina fótbóltsfinalu. Nú mátti eg av sonnum royna øll míni diplomatisku kynstur. Pápi mín og Lamain kendust heilt væl, vil næstan siga at teir vóru vinmenn, so, tað var eitt kort eg kundi brúka og spæla út, lítið meira enn komin út av Sjómansskúlanum. Eg sigi so við hann, at nú ert tú sjálvur hollendari, og støðan er tann, at fótbóltur verður í Rotterdam í kvøld, og eg havi altso keypt allari manningini atgongumerkir til tann seinasta dystin, sum Johan Cruyff nakrantíð fer at spæla á hægsta stigi. Hinderikus Lamain var ein stjóri við stórum menniskjansligum kvalitetum. Hann skilti støðuna, og tað, at hann og Cruyff vóru landsmenn, gjørdi ikki støðuna verri. Eina løtu var tøgn í telefonini, so sigur hann tey forloysandi orðini, at kundi eg tryggja honum, at eg var leysur frá bryggjuni tveir tímar eftir at finalan var liðug, so var tað í lagi.

At sita í róminum ímillum 65 túsund fólk hetta kvøldið, tað kann ikki beskrivast, tað má upplivast. Cruyff var hin stóri regisørurin. Og tá hann sendi ein diagonalbólt av egnari hálvu fram í høgra horn, haðani hann síðani varð syftur inn til ein púra frían Peter Houtman inni í 5-metrinum, var dysturin avgjørdur. 37 ára gamli fótbóltsheilin hevði aftur vunnið eitt slag á vígvøllinum. Umframt Cruyff legði man serliga merki til ein 21 ára gamlan ungling í høgru síðu, sum stútt og støðugt gjørd verjuni hjá Fortuna Sittard lívið súrt hetta kvøldið, og tað var ongin mætari enn hin seinri so kendi Ruud Gullit, sum stjórnaði næsta ættarliðnum hjá hollendingum í landsliðshøpi.

Feyenoord vann finaluna 1-0, og vit løgdu til havs sum avrátt ímillum okkum báðar Lamain. Friður verði við minninum um størsta fótbóltsheilan, ið nakrantíð hevur livað. Johan Cruyff sum segði, at fótbóltur hevði givið honum alt her í lívinum, men at tubbakkið at kalla fór avstað við tí mesta. Nú fór tað í hvussu er avstað við foldarlívinum. Ein áminning til okkara, sum enn brúka ballið til dagdvølju og ugga.