Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Foreldragjaldið fyri dagstovnapláss lækkar 1. Januar 2017

Tíðindaskriv

Sum ein liður í stevnumið býráðsins hesi seinastu fýra árini at veita smábarnafamiljum í Klaksvíkar kommunu fíggjarligan lætta, verður enn ein lækking framd fyri dagstovna- og dagrøktarpláss.

Frá 1. januar 2017 eru gjøldini hesi: Dagrøktarpláss kr. 1.493, vøggustovupláss kr. 1.563 og barnagarðspláss kr. 1.119.

Sum tað framgongur av yvirlitinum, er talan um munandi lækking hesi seinastu fýra árini.

Yvirlit sæst við at trýsta her ella á www.klaksvik.fo