Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forkunnug grønlendsk vitjan á Kambsdali

Jóannes E. Næs Petersen

Ein grønlendskur skúlaflokkur úr Nuuk hevur vitjað á Kambsdali seinastu dagarnar. Talan er um ein skúlaflokk frá studentaskúlanum í Nuuk, GUX-Nuuk, sum hetta seinasta árið hevur havt vinar- og undirvísingarsamstarv við tveir flokkar á Miðnámi á Kambsdali – 2.x og 2.y á náttúrubreyt. Fyrireikararnir kalla samstarvið ímillum flokkarnar fyri Norðuratlantiskt lærurúm millum ísfjøll og fuglabjørg

Ein grønlendskur skúlaflokkur úr Nuuk hevur vitjað á Kambsdali seinastu dagarnar. Talan er um ein skúlaflokk frá studentaskúlanum í Nuuk, GUX-Nuuk, sum hetta seinasta árið hevur havt vinar- og undirvísingarsamstarv við tveir flokkar á Miðnámi á Kambsdali – 2.x og 2.y á náttúrubreyt. Fyrireikararnir kalla samstarvið ímillum flokkarnar fyri Norðuratlantiskt lærurúm millum ísfjøll og fuglabjørg

Samstarvið er fingið í lag umvegis NordPlus Junior skipanina, hjá Norðurlandaráðnum, sum hevur latið stóra peningagávu til ferðautreiðslurnar hjá næmingunum og lærarum teirra. Afturfyri hava flokkarnir og lærararnir fingið høvi at læra um málslig viðurskifti, náttúru, søgu, samfelag og mentanarlig viðurskifti í londunum hjá hvørjum øðrum.

Grønlendsku næmingarnir búðu heima hjá føroysku næmingunum, ímeðan tey vitjaðu í Føroyum, og á hendan hátt fingu bæði gestirnir og vertirnir eitt gott høvi at læra um hvønn annan og londini hjá hvørjum øðrum – innanífrá!

Ímeðan ferðalagið úr Nuuk vitjaði í Føroyum, høvdu tey felags tímar, vitjaðu í nærumhvørvinum, og ymisk fólk stukku eisini inn á gólvið á skúlanum hesar dagarnar at greiða grønlendsku og føroysku næmingunum frá ymiskum, sum tey takast við.

Á skránni vóru millum annað fjallatúrur, vitjan í løgtinginum, har ið løgtingsformaðurin tók ímóti, og í landsstýrinum, ein bussútferð til Eiðis og Gjáar, føroyskur dansur, vitjan á listasavni Føroya, ein føroyskur dokumentarfilmur – sum herfyri varð gjørdur í Uummannaq herfyri – í sambandi við eina føroyska klintriferð uppá sermerkta Hjartafjallið, kappróður og undirvísingartímar í føroyskum máli, føroyskari náttúru, arktiskari mentan og felags mentanarfatan hjá næmingunum í báðum londunum. Onkur borgarstjóri sang enntá fyri á grønlendskum fyri gestunum; og á vitjanini skipaðu summir av løgtingslimunum fyri grønlendskum felagssangi – og hetta hóvaðu gestunum væl.

Eisini vóru samrøður á skránni við listakvinnuna, Sigrun Gunnarsdóttir, sum bjóðaði næmingunum inn í ljósa, vakra ateliér sítt á Eiði til eitt prát um sína list og vinarlagið við grønlendingar, og listamannin, Edwardi Fuglø, sum hevur gjørt fleiri listaverk á skúlanum á Kambsdali. Hetta ynsktu gestirnir, tí talan var um ein flokk úr Nuuk, sum hevði valt listarligar og kreativar lærugreinar á hástigi.

Skúlaárið hjá luttakandi næmingunum frá báðum skúlunum bleiv sostatt rammað inn við skúlavitjanunum. Hetta skúlaárið endar tí við grønlendsku vitjanini í Føroyum, ímeðan skúlaárið byrjaði við einari føroyskari Nordplus-vitjanini í Nuuk.

Føroysku næmingarnir vitjaðu í Grønlandi í eina viku í august 2016; og tá upplivdu tey mangt og hvat. Føroyski hópurin av Kambsdali fekk høvið at sigla kring ísfjøll í Godthåbfjørðinum; tey gingu á innlandsísinum; runnu eftir snjóharum; kíndu sletuhundum; ótu mattak, kópakjøt og supu reinsdjórasúpan; vitjaðu mentanarhúsið, Katuaq, í Nuuk, sóu málningar á áhugaverda listasavninum í Nuuk; hugdu eftir gomlum mumium, konubátum og tupilakkum á tjóðsavninum, sum liggur í kolonihavnini mitt í gamla býarpartinum í Nuuk; tjaldaðu í grønlendsku fjøllunum; og klintraðu niðan á Store Malene, sum er eitt fjall á Nuuk-leiðini, sum er næstan líka høgt sum Slættaratindur; eisini vitjaðu næmingarnir grønlendska landsstýrið, landstingið, og atelierið hjá samfelagaáhugaðu listakvinnuni, Julie Edel Hardenberg. Næmingarnir sóu enntá kristnar kirkjugarðar og aldargomul inuit-gravpláss á útferðunum sínum seinasta summar; og so fingu føroysku lutakararnir enntá høvið at uppliva óhugnaligan masku- og trummudans, fingu innlit í málviðurskifti og gjørdu stuttfilmar saman við vertunum í Nuuk.

Ja, føroyska ferðalagið vitjaði í grønlendska høvuðstaðnum við skúlaársbyrjan og fingu tí eisini høvið at vera við til og uppliva fyrsta skúladag hjá teimum 7-ára gomlu næmingum í Nuuk, tá ið teir spentir og flott skrýddir í tjóðbúna trinu fyrstu fet síni inn um skúlagáttina, stuðlaðir av stoltum foreldrum, systkjum, ommum og abbum! Føroysku næmingarnir hava í enskum skrivað ferðafrásagnir, sum teir í vár saman við myndum, hava sett saman til eitt vakurt blað í litmyndum á vøkrum pappíri.

Grønlendsku næmingarnir hava hinvegin valt at skjalprógva vitjan sína við at gera stuttfilmar frá ferðini. Áðrenn ferðalagið úr Grønlandi fór avstað aftur, fóru allir NordPlus-luttakararnir, sum eru yvir 60 í tali, á seturskúla saman í Mikladali. Ætlanin var at visa gestunum eina minni føroyska bygd, fortelja teimum søgnina um kópakonuna, og gera útferðir saman í Kalsoynni – og summi náddu norður til vitan á Kallinum í góðveðrinum seinasta leygardag. Grønlendska ferðalagið, taldi 25 næmingar og 4 lærarar, og tey vitjaðu í Føroyum frá 18. til 25. apríl. Flaggdagin gekk leiðin aftur til Grønlands.

Ferðin gekk væl, og nógv vinarbond vóru knýtt. Og hóast onkrar flog-seinkingar vóru vegna veður, so eru fyrireikararnir væl nøgdir og vilja takka øllum, sum hava hjálpt til, so at ferðin eydnaðist so væl. Lærararnir, Dánjal Petur Højgaard, Erland Tvørfoss og Jóannes Næs Petersen hava staðið fyri samstarvinum vegna Miðnám á Kambsdali.