Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Forkunnug smábarnabók við gandastavi og ljóðum

Jóhann Lützen

Álvagandur er serstakliga fitt myndabók við ljóðum. Hjálp álvunum at gera alt perfekt, tá álvadrotningin kemur at vitja.

 

Tú kanst ganda í hesi serligu bókini við ljóðum. Hvørja ferð, tú leggur gandastavin á gandamerkini í bókini, hoyrir tú gandaljóðini, sum gera álvaheimin livandi.

Ansa eftir, at gandastavurin ikki brotnar – hann kann ganda, men er eisini viðbrekin! Nýggir gandastavir kunnu keypast fyri 15,-

 

Sam Taplin hevur skrivað bókina, og Joanne Partis myndprýddi. Silja Aldudóttir týddi úr enskum. Bókin er innbundin pappbók, 10 bls. og til børn, sum eru uml. 1 – 3 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.