Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Forkunnug tónleikavitjan í Skálanum 1. hvítusunnudag. 

Tíðindaskriv

Tveir tónleikarar úr London Symphony Orchestra fara at spæla saman við tveimum føroyskum tónleikarum. Teir hava til hetta høvið ma. útsett eitt lag úr gomlu nótabókini hjá Svabo frá 1775.

Á hvítusunnu vitja tveir framúrskarandi tónleikarar úr heimskenda London Symphony Orchestra (LSO) í Føroyum.

Meðan teir eru staddir her, fara oboleikaran Olivier Stankiewicz og fagottleikaran Joost Bosdijk at hava konsert í Klaksvík

At spæla saman við sær hava teir fingið føroyska violinleikaran Sámal Petersen og klaverleikaran Jóhannes Andreasen. Saman fara teir at spæla forkunnugan barokktónleik eftir Zelenka og Telemann umframt okkurt lag úr nótabók Svabos frá 1775.

Konsertin verður í Skálanum 1. hvítusunnudag kl. 16 

Manningin verður:
Olivier Stankiewicz, solooboleikari í LSO
Joost Bosdijk, fagottleikari í LSO og professari á Royal College of Music, London
Sámal Petersen, konsertmeistari í Føroya Symfoniorkestri
Jóhannes Andreasen, klaverleikari

Harleyfacadeacryl