Í kvøld kl. 20.00 verður eitt stuðulstiltak í KFUM & K í Klaksvík. Dokumentarfilmurin Pray The Devil Back to Hell verður sýndur og Bárður Lydersen sýnir fram sterkar myndir úr Liberia
Í kvøld kl. 20.00 verður eitt stuðulstiltak í KFUM & K í Klaksvík. Dokumentarfilmurin Pray The Devil Back to Hell verður sýndur og Bárður Lydersen sýnir fram sterkar myndir úr Liberia
“Taylor megnar at biðja hin ónda upp úr helheimi!” Soleiðis segði Gbowee sum Taylor. Tað eru hesum orðunum, sum heitið á filminum hevur sín uppruna í.
Men djarvar liberiskar kvinnur, bæði kristnar og muslimskar, settu sær fyri at stríðast saman í bøn og biðja hin ónda aftur til heljar.
Í hálvttriðja ár blivu tær við, einans vápnaðar við hvítum t blusum, sangi og bøn. Tá tað ikki var nóg mikið, gjørdu tær av at noktað monnum sínum atgongd til songina. At enda eydnaðist hesum djørvu kvinnunum at fáa frið í landinum.
Filmurin hevur fingið fleiri virðislønir.
Myndir
Í mars í fjør var Bárður Lydersen í Liberia og tók myndir. Í kvøld sýnir hann á fyrsta sinni fram myndir sínar. Myndirnar eru sterkar og sýna fátækradømið í Monrovia í Liberia.
Mátti flýggja
Hilda Viderø arbeiðir fyri ABC barnahjálp í Liberia. Hon fer at greiða frá arbeiðinum har, og um hvussu tað var at noyðast at flýggja úr landinum orsakað av borgarakrígnum.
Í árunum 1984 til 1987 virkaðu tey í Liberia, inntil tey máttu rýma undan ófriðinum.Hilda og maðurin arbeiddu í Afrika í tilsamans 12 fram til 1996. Tey eiga tveir synir, tann eldri var bara tveir mánaðir, tá tey fóru, og tann yngri er føddur í Liberia.
Øll eru hjartaliga vælkomin.




