Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forkvinnan í landstýrismálanevndini royndi beinleiðis at rætta niðurstøðu hjá Vinnumálaráðnum

John William Joensen

Fríggjakvøldi 24. Oktober var landsstýrismálanevndin liðug við niðurstøðuna í málinum um meirnýtsluna á Strandferðsluni og sama kvøld var hon send landsstýrismanninum at lesa. Nevndin samdist um ikki at kunna almenningin um niðurstøðuna fyrr enn mánadagin, so landstýrismaðurin fyrst fekk stundir at seta seg inn í niðurstøðuna.

Fríggjakvøldi 24. Oktober var landsstýrismálanevndin liðug við niðurstøðuna í málinum um meirnýtsluna á Strandferðsluni og sama kvøld var hon send landsstýrismanninum at lesa. Nevndin samdist um ikki at kunna almenningin um niðurstøðuna fyrr enn mánadagin, so landstýrismaðurin fyrst fekk stundir at seta seg inn í niðurstøðuna.

Leygarmorgunin sendir Vinnumálaráðið út tíðindaskriv við yvirskriftini “Hvørki brotið Stýrisskipanarlóg ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna”.

Norðlýsið leggur eins og aðrir miðlar tíðindaskrivið frá Vinnumálaráðnum út men stutt eftir ringir forkvinnan í Landsstýrismálanevndini til Norðlýsið og vil hava redaktiónina at taka tíðindaskrivið frá Vinnumálaráðnum av síðuni tí sambært forkvinnuni í Landsstýrismálanevndini er tað faktuelt skeivt og ber fram beinleiðis ósannindi.

Eftir at hava nærlisið tíðindaskrivið frá VMR og av tí sannroynd at Sirið Stenberg sum forkvinna í kanningarnevndini ikki er hvør sum helst, valdu vit at taka tíðindaskrivið frá VMR av síðuni og løgdu ein tíðindastubba út har sum staðfest var at Johan Dahl hevði brotið stýrisskipanarlógina og vístur til frágreiðing frá landsstýrismálanevndini.

Sirið Stenberg gjørdi greitt at tíðindaskrivið frá VMR var óskiljandi og gekk beint ímóti niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini. Orðini hjá forkvinnuni tóku vit til eftirtektar.

Men síðani kom aftur eitt tíðindaskriv frá Vinnumálaráðnum leygarkvøldið har yvirskriftin var: “Rættleiðing til upplýsingar í fjølmiðlunum um niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini”.

Her slog Vinnumálaráðið fast at meirilutin í landsstýrismálanevndini hevði sagt at landsstýrismaðurin hevði ikki brotið sínar eftirlitsskyldur.

Hetta kom eisini fram undir orðaskiftinum um misálit á Johan Dahl, har meirilutin greiddu frá sínari niðurstøðu.

Omanfyri nevnda vikuskiftið var nógv gjørt fyri at ávirka miðlarnar og báðir partar gjørdu nógv burtur úr.

Sunnudagin og mánadagin vóru vit eisini í samband við advokatar, landsstýrismannin og meirilutan í landsstýrismálanevndini. Eftirfylgjandi sær man eisini at nógv lobbyvirksemið var fyri at ávirka miðlarnar.

Harleyfacadeacryl