Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formaður í Ferðslu-nevndini lagt frá sær

John William Joensen

Hans Arne Berholdsen, sigur at nevndin í samfull trý ár hevur samtykt hópin av málum – men lítið og einki av hesum málum eru framd í verki av umsitingini.

– Sum støðan er í løtuni síggi eg ikki nakra grund fyri at hava eina ferðslunevnd, tað er spill av tíð og pengum.

– Ikki tí, uppgávurnar eru nógvar, men eg síggi meg ikki føran fyri at útinna hesar.

– Vit hava havt nógvar áhugaverdar ætlanir á borðinum, sum kundu betra um ferðsluviðurskiftini í Klaksvík, men einki hendir í verki.

– Eg eri sera keddur av hesum, tí eg eri ikki typan, sum vanliga gevur skarvin yvir, men eg síggi ongan annan útveg, og eg havi boða borgarstjóranum, sum er ovasti umsitingarligi leiðarin í býráðnum, frá avgerð míni.