Søkt verður eftir formanni til el-deildina í Havn
MEST-samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dótturfelagið PAM Offshore, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni serliga í Noregi. Felagið hevur nýmótans verkstaðir, stóra goymslu við sølu og framkomna tekni- og verkfrøðingastovu. Yvir 400 starvsfólk eru í starvi hjá MEST-samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.
Formaður til el-deildina
ARBEIÐSØKI
Sum formaður á el-deildini í Havn hevur tú ábyrgdina av el-verkstaðnum og teimum handverkarum og lærlingum har starvast. Tú hevur tætt samskifti við kundar, samstarvsfeløg og starvsfelagar í fyritøkuni. Formaðurin á el-deildini hevur ábyrgdina av:
· At skipa dagliga raksturin av el-verkstaðnum í tøttum samstarvi við aðrar deildir hjá MEST-samtakinum
· At fyrireika, leiða og luta út arbeiðsuppgávur til handverkarar, lærlingar og serfrøðingar á verkstaðnum
· At vera við í arbeiðnum at gera tilboð, fyrireika og skipa uppgávur í tøttum samstarvi við verkætlanarleiðarar hjá MEST, kundar og starvsfelagar
· At tryggja, at arbeiðið verður avgreitt sum avtalað við kundan til ásetta tíð og kostnað
· Hevur ábyrgdina av uppgerð av el-forbrúki hjá skipum og flótandi eindum, sum eru hjá MEST í Tórshavn
· At skriva frágreiðingar, tá arbeiðir eru liðug
· At tryggja HTU & góðskutilvitan
· At góðskan á arbeiðinum er sum avtalað
· At vera við í arbeiðnum at gera upp sakir, eftirmeta og avhenda uppgávur
· At hava ábyrgdina av vinnutólum, maskinum og amboðum, sum hoyra til verkstaðið
· Saman við leiðsluni at dagføra, uppbyggja og framtíðarmenna el-deildina
Starvsstaðurin er el- verkstaðið hjá MEST í Havn, men roknast kann við uppgávum á øðrum deildum hjá MEST. Formaðurin á el-deildini vísir til rakstrarleiðaran hjá MEST.
TÍN VANGAMYND
Tú hevur handverksútbúgving innan el-fakið, t.d skipselektrikari, el-innleggjari, maskinmeistari og hevur viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú hevur kunnleika til skip, skipsútbúnað og/ella annan tekniskan førleika. Tú hevur kunnleika til PLC og viðkomandi telduforrit. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert skipað/ur, hóast nógvar uppgávur eru í senn, ert jalig/ur og dugir at samstarva. Tú heldur tíðarfreistir, arbeiðir við nærlagni og hevur fíggjarligt skil. Tað er ein fyrimunur, at tú dugir væl føroyskt og enskt.Tú dugir væl at samskifta og hevur góðar KT førleikar.
Meira at vita
Vilt tú hava tú fleiri upplýsingar um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Johan Hentze, rakstrarleiðara , tlf. 791134.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. mars 2014 og sendast við telduposti til: johan.hentze@mest.fo
MEST – J.C. Svabosgøta 31, Postboks 65, 100 Tórshavn – Tel.: 301100 – www.mest.fo




