Formaðurin leggur ikki fingrarnar ímillum, tá dómaravrikið verður viðgjørt eftir dystin millum AB og NSÍ.
Niðanfyri endurgeva vit tað, ið formaðurin í FC Argjum, ið rekur besta mansliðið hjá AB, hevði at siga eftir dystin millum AB og NSÍ. Serliga er tað brotssparkið, ið fyllir nógv í samrøðuni við AB heimasíðuna. Niðanfyri vísa vit so aftur støðuna, har Eiler Rasmussen valdi at døma brotsspark.
AB heimasíðan skrivar:
Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann umrøðir dystin í dag millum AB og NSÍ. “Dómarin kostaði okkum sigurin í dag. Eingin ivi um tað. Vit spældu ein fínan dyst, og í 26. min skoraði Sorin Anghel til 1-0. Tann fyrsta fadesan, sum síðani hendi var, at eitt grovt fríspark ímóti Sorin Anghel bleiv ikki dømt. Beint aftaná skoraði NSÍ til 1-1.
“AB herjaði á og kom framum 2-1 í 69 minutti við einum máli, sum Rógvi Poulsen skeyt. Í 73. min dømdi dómarin so eitt brotsspark til NSÍ, sum als ikki var í familju við brotsspark. Her skoraði NSÍ til 2-2. Eitt brotsspark, sum als ikki átti at vera dømt”, sigur Sjúrður.
“Tá dysturin átti at vera lokin, gjørdi dómarin tekin til at leggja 4 minuttir afturat, men av ókendum orsøkum legði dómarin heilar 7 minuttir afturat dystinum. Dysturin bleiv ikki floytaður av, fyrr enn NSÍ í 7. minutti í yvirtíðini skoraði til 3-2”.
“Eingin longri steðgur var í dystinum, útyvir tær vanligu útskiftingarnar, sum vóru”. Sjúrður Olsen sigur tí, at tað var heilt burturvið, at spæla 7 minuttir afturat dystinum. Eingin skilti, hví dysturin skuldi leingjast við so nógvum minuttum.
“Tá brotssparkið var dømt, domineraði AB dystin. Tað var tí ein sera avgerandi løta í dystinum, at brotssparkið, sum einki hevði vid brotsspark at gera, varð dømt”.
“Aftaná dystin hoyrdist eisini millum NSÍararnar, at hatta brotssparkið átti ikki at vera dømt”.
Samanumtikið sigur Sjúrður Olsen, at hann metir avgerðirnar í dystinum vera ikki minni enn eina skandalu, og at slíkt eigur ikki at koma fyri í fótbólti.
Hann harmast almikið um, at rættvísi ikki kann ráða meira í einum dysti sum hesum.
Niðanfyri kann lesarin so sjálvur taka støðu til, um talan er um brotsspark ella ikki.




