Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formaðurin í Fólkaflokkinum fyrireikar kæru móti Kringvarpinum og Portalinum

John William Joensen

Tíðindaflutningurin í Krigvarpi Føroya er grovt ærumeiðandi og í stríð við galdandi reglur um góðan fjølmiðlasið. Eg havi tí biðið ein advokat kanna málið við atlitið til at taka neyðug stig í málinum, skrivar Jørgin Niclasen í tíðindaskrivi í kvøld. Við Norðlýsið sigur hann at kæran sum nú skal fyrireikast ferð eisini at umfata Portalin hjá Knassar.

Tíðindaflutningurin í Krigvarpi Føroya er grovt ærumeiðandiog í stríð við galdandi reglur um góðan fjølmiðlasið. Eg havi tí biðið einadvokat kanna málið við atlitið til at taka neyðug stig í málinum, skrivarJørgin Niclasen í tíðindaskrivi í kvøld. Við Norðlýsið sigur hann at kæran sumnú skal fyrireikast ferð eisini at umfata Portalin hjá Knassar.

Tíðindaskriv:

Síðani 19. desember 2013 hevur Kringvarp Føroya gjøgnum bæðiútvarpið og sjónvarpið og portal.fo áhaldandi sett fram skuldsetingar mótvegismær um, at eg skal hava snýtt tollvaldið í sambandi við, at eg í eitttíðarskeið fyri útvið 25 árum síðani var stjóri fyri P/f N. Niclasen í Sørvági.

Hesi tíðindi eru ósonn. Tað undrar eisini meg, at KringvarpFøroya sum almennur stovnur heldur á at bera hesi ósonnu tíðindi, hóast at eg ísamrøðum bæði við útvarpið og sjónvarpið staðiliga havi víst hesumskuldsetingum aftur..

Tíðindaflutningurin í Krigvarpi Føroya er grovt ærumeiðandiog í stríð við galdandi reglur um góðan fjølmiðlasið.

Eg havi tí biðið ein advokat kanna málið við atlitið til attaka neyðug stig í málinum.

Kringvarp Føroya er eisini vitandi um, at málið hevur veriðkannað av løgregluni, og at niðurstøðan hjá Føroya Landfúta longu í 1994 varm.a. hendan:

,,Med hensyn til de forhold, der drejer sig om udlevering afafgiftspligtige varer, der fandt sted efter den 1. februar 1992, anføres detbl.a. i skrivelsen til de færøske told- og skattemyndigheder, at det efterembedets opfattelse ikke er muligt at godtgøre strafbart forhold(mínundirstriking), hvorfor der ikke er fundet anledning til at foretage yderligereefterforskning udover, at der vedlægges otte rapporter, som indeholder afhøringaf ansatte hos de færøske told- og skattemyndigheder.”

Sørvágur, 8. januar 2014

Jørgen Niclasen