Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formaðurin í FSF skilir ikki framferðina hjá Kringvarpinum

John William Joensen

FSF átti at fingið møguleika til at afturvíst teimum skeivleikum og rangsnúgvingum, sum stjórin í HB hevur borðreitt við, sigur Formaðurin í FSF í sjálvtsama harðligum brævið

TÍÐINDASKRIV, frá FSF:

Kringvarpið hevur í seinastuni viðgjørt vantandi spæliloyvi hjá Pálli M. Joensen í tveimum sendingum. Í sendingini Pulsurin í Útvarpi Føroya, fríggjadagin, 8. september 2006 og endursend leygardagin 9. september 2006 og í 3-2 sendingini í Sjónvarpi Føroya mánadagin, 11. september 2006.

Vit vilja her gera vart við, at Fótbóltssamband Føroya ikki varð boðið við til hesar sendingar, og undrast vit stórliga á, soleiðis sum nú viðgerðin av málinum fór fram, hví Kringvarpið hevur valt at útihýsa okkum frá hesum sendingum.

Hesi atgerð Kringvarpsins móti Fótbóltssambandinum vilja vit staðiliga átala havandi í huga, at Kringvarpið er almennur tíðindamiðil, ið átti at hildið seg ov góðan til at útihýst eina  partinum í einum so nógv umstríddum máli sum hesum.

Øll vita, at Fótbóltssambandið er ein náttúrligur partur í málinum, og at vit í slíkum sendingum sjálvsagt átti at havt møguleikan fyri at lagt okkara sjónarmið fram eins og havt møguleikan fyri at afturvíst teimum skeivleikum og rangsnúgvingum, sum stjórin í Havnar Fótbólti borðreiddi við.

Tískil kenna vit tað neyðugt at viðmerkja fylgjandi.

Pulsurin
Í sambandi við sendingina Pulsurin segði stjórin í Havnar Fótbólti, at undir viðgerðini av Páll M. Joensen málinum var mangt komið fram, ið man ikki visti um áður, m.a  at meirilutin av Kappingarnevndini í B36/KÍ málunum í fjør hevði tikið avgerð um ikki at koyra tey bæði feløgini úr kappingini, men hinvegin heldur geva teimum bót.

Hetta er rangsnúgving. Hvørki meiriluti ella minniluti í Kappingarnevndini tóku nakra avgerð í KÍ/B36 málunum, men var Kappingarnevndin hinvegin samd um at leggja málini fyri nevnd FSFs til støðutakan, tí hon metti málini at hava sera prinsipiellan týdning. Eftirfylgjandi tók nevnd FSFs avgerð um at halda fast við siðvenjuna,  og varð hetta eisini goðkent og staðfest í Dómsnevndini í fjør.

3-2 sendingin
Í hesi sending førir stjórin í Havnar Fótbólti fram, at Havnar Bóltfelag hevði leigusáttmála við NSÍ viðv. Pálli M. Joensen. Stjórin í Havnar Fótbólti eigur at vita, at leigusáttmálin var ikki kendur av FSF, tí hann varð ongantíð sendur FSF til kunningar, og tað vóru NSÍ og HB samd um ikki at gera.

Somuleiðis førir sami stjóri fram beinleiðis skuldsetingar mótvegis fyrisiting og nevnd FSFs fyri vánaliga avgreiðslu av málinum. Hetta meta vit sum sera grovar skuldsetingar, sum einki hald er í. Málið er avgreitt sambært øllum viðkomandi reglum og fyriskipanum FSF´s,  og hava allir partar fingið fult innlit í øll skjøl.

Umframt hetta førir stjórin í Havnar Fótbólti fram, at FSF hevur sett øll feløgini upp ímóti Havnar Bóltfelag. Hetta er heilt einfalt ósannindi. Fótbóltssambandið virkar fyri øll feløgini og kann á ongan hátt taka nakað felag fram um annað. So mikið av áliti átti Steinfinnur Mittelstein hóast alt at góðskriva okkum nógvu, ið brúka stóran part av orku og frítíð okkara at tæna føroyskum fótbólti.

Fótbóltssamband Føroya
Óli Holm, form.