Við Sosialin sigur Bjarki Mohr, at tað snýr seg um eitt mál har sum KÍ ikki hevur roynt at snýtt nakran.
Sosialurin skrivar m.a. soleiðis:
Formaðurin ivast
Bjarki Mohr er formaður í kappingarnevndini hjá FSF. Hann váttar, at nevndin hevur viðgjørt málið á fundi. Men nevndin hevur ikki enn tikið avgerð í málinum.
-Talan er um trupult mál, tí KÍ hevur ikki roynt at snýta nakran. Tað snýr seg snøgt sagt um eitt stórt menniskjaligt mistak, har felagið hevur gloymt at senda loyvisbrøvini til góðkenningar hjá FSF. Øll vita, at teir tríggir ólógligu spælararnir eru fluttir til KÍ í vetur, og gomlu feløgini hava leysgivið teir, sigur Bjarki Mohr.
Formaðurin í kappingarnevndini sigur seg ikki duga at síggja, at tað tænir nøkrum ítróttarligum endamáli, at KÍ verður dømt at tapa dystin, og hann sigur eisini, at lógirnar hesum viðvíkjandi kunnu tulkast soleiðis, at tað veldst um orsøkina til, at ólógligir spælarar verða nýttir.
– Vit hava eisini dømir frá fyrr av, at feløg hava mist FM, tí at eftirnavnið á einum spælara hevur verið skrivað skeivt á dómaraseðli. Eg haldi, at tað er fullkomiliga burturvið, at lógirnar skulu tulkast so fýrakantað. Eg havi frætt, at UEFA onkuntíð í líknandi málum við ólógligum spælarum hevur dømt bót til felagið heldur enn at revsa ítróttarliga. Tað ætli eg mær at kanna, tí so kann tað nýtast sum præcedens ella fyridømi, sigur formaðurin í kappingarnevndini.
Seinni í hesi vikuni verður væntandi endalig avgerð tikin í málinum. Formaðurin í kappingarnevndini sigur, at nevndin fer at ráðføra seg við løgfrøðing, áðrenn endalig avgerð verður tikin.
– Tað er ein møguleiki, at KÍ verður dømt at tapa dystin og harvið verður tveitt úr steypakappingini, men eg haldi sjálvur, at tað hevði verið rættast heldur at revsað umsitingarliga, tí KÍ hevur ikki roynt at snýtt nakran. Men tað er altavgerandi, hvussu løgfrøðisligi ráðgevin hjá okkum tulkar lógirnar, sigur Bjarki Mohr.
Sosialurin royndi eisini at fáa fatur á leiðsluni í KÍ, men hetta eydnaðist okkum tíverri ikki, men vónandi eydnast tað okkum at fáa viðmerkingar frá teimum til blaðið í morgin.
KÍ gjørdi sjálvt vart við seg
Tað skal eisini leggjast afturat at tað var KÍ sum gjørdi vart við at leikaraloyvini hjá áðurnevndu leikarum ikki var í lagið.
Eisini hevði Fótbóltssambandið góðtikið leikarasáttmálarnar hjá somu leikarum undan jólum í 2004.
Allir partar eru samdir um at talan er um ein reint menniskjaligt mistak og eisini at straffin fyri hetta mistakið als íkki stendur í mát við mistakið um harðasta straff verður nýtt.




