Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt ikki at ganga umsóknini hjá B36 um at hyggja eftir sjónbandamyndum av hendingini tá málverjin Magnus Poulsen fær reyða kortið
B36 sendi kappingarnevndini umsókn um at leikbannið hjá Magnus Poulsen verður avtikið, men kappingarnevndin vísir málið frá sær.
– Vit eru ikki klárir at brúka sjónbanda upptøkur í arbeiðinum hjá kappingarnevndini. Um vit høvdu viðgjørt máli hjá B36, so høvdu vit samstundis sagt at kappingarnevndin frá í dag hevur broytt mannagongd, og tað eru vit als ikki klárir til.
– Vit eru samdir um at vit eiga at brúka sjónbandaupptøkur, men málið skal fyrst leggjast fyri feløgini. Harafturat skal ein sokallað "disiplinerkomite" setast á stovn samstundst sum greiðar reglur verða gjørdar fyri brúk av sjónbanda upptøkum. Vit í kappingarnevndini mæla til at nýggju reglurnar verða settar í gildi til komandi kappingarár, sigur formaðurin í kappingarnevndini.
KÍ dømt at tapa dyst
– Í málinum viðvíkjandi dystinum í 2.deild millum AB og KÍ á Argjum, har KÍ ikki møtti til dyst, er kappingarnevndin komin til tað niðurstøðu at KÍ verður dømt at tapa dystin og at gjalda, sambart lógunum hjá FSF, 3000 krónur í bót.
– AB vinnur sostatt dystin 0-0, sigur kappingarnevndin í dómsúrskurðinum.
– Harafturat fáa baði leiðslan í AB og KÍ eina nøs fyri at hava sýnt vánaligan ítróttaranda í handfaringini av málinum.
– KÍ eigur sjálvandi at møta til dyst og AB eigur sjálvandi at klára uppgávuna at finna eitt hóskandi tíðspunkt sum baði feløgini kunnu livað við, sigur formaðurin í kappingarnevndini, Bjarki Mohr.




