Gestur Hovgaard, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag, sigur seg ikki síggja nakra meining í at útseta Norðoyastevnuna.
Eg trúgvi ikki at verkfallið fer at raka KÍ nakað serligt.
Norðoyastevnudystirnir verða undir øllum umstøðum, og tey tiltøk sum KÍ hevur á Norðoyastevnu, verða neyvan heldur rakt av verkfallinum.
Eg dugi tó væl at síggja at verkfallið ikki kemur væl við hjá teimum smærri feløgunum, og kemur ein áheitan á okkum um at útseta stevnuna, so fara vit sjálvandi at samstarva við hini um tað.




