Formaðurin i Klaksvíkar Róðrarfelag, sigur at í løtuni er einki sum er í vegin fyri at kappróðurin verður leygardagin á Norðoyastevnu.
Kristian Eli Zachariasen sigur, at tað er einki í løtuni sum talar fyri at kappróður ikki kann verða á Norðoyastevnu.
Tað er lógarfest at tað skullu verða 7 FM róðrar um árið, og sum støðan er nú er einki til hindurs fyri at flyta bátar og róðrarfólk til Klaksvíkar.
Verður avgjørt at flyta Norðoyastevnuna, er sera trupult at finna eitt tíðspunkt at hava kappróðurin. Tí kunnu vit í ringasta fall koma út fyri at kappróðurin skal verða mitt í viku.
Formaðurin sigur at sum støðan er í løtuni verður kappróður komandi leygardag, við ella uttan Norðoyastevnu, men sjálvandi verður hetta ein fíggjarligur smeitur fyri felagið um tað ikki er ein stevna sum trekkir fólk til Klaksvíkar.
Í fjør var ódnarveður á Norðoyastevnu, og tí var inntøkan sera lítil hjá róðrafelagnum, og tí hevði tað veri sera óheppið um inntøkumøguleikarnir eisini blivu skerdir í ár.




