Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formaðurin í Tjóðveldi tekur frástøðu til portal.fo

Høgni Hoydal

Lat okkum heldur enn at spjaða, standa saman um eina heilt aðra leið fyri fólkið í Føroyum, enn tann spjaðingar- og avoyðingarpolitikk sum sitandi samgonga fremur. Sambært Portalinum, og nú eisini í einum lesarabrævi frá Sjúrði Skaale, skal ein fundur hava verið í Eysturoyar Tjóðveldisfelag í seinastu viku, har samtykt skal hava verið, at Tjóðveldi vil helst í samgongu við Fólkaflokkin og skal hava valt Javnaðarflokkin frá í samgongusamstarvi.

Lat okkum heldur enn at spjaða, standa saman um eina heilt aðra leið fyri fólkið í Føroyum, enn tann spjaðingar- og avoyðingarpolitikk sum sitandi samgonga fremur

Sambært Portalinum, og nú eisini í einum lesarabrævi frá Sjúrði Skaale, skal ein fundur hava verið í Eysturoyar Tjóðveldisfelag í seinastu viku, har samtykt skal hava verið, at Tjóðveldi vil helst í samgongu við Fólkaflokkin og skal hava valt Javnaðarflokkin frá í samgongusamstarvi.

Enntá verður ført fram, at eftirsum undirritaði var til staðar, so er hetta ein niðurstøða hjá Tjóðveldi.

Hetta er tilvitað villleiðing og ósatt.

Og tað er sera trupult at skilja, hví summi fólk hava slíkan hug at skapa spjaðing og uppfinna ósemjur, sum als ikki eru til. Hetta kann bert skapa fordómar og tekna eina falska mynd av føroyskum politikki.

Einasta endamálið við hesum kann vera at skapa onkran løtuvinning, at fremja okkurt smart politiskt spunasmíð fyri einstakar persónar, ella at flyta fokus frá teimum veruligu avgerðunum, ið nú verða tjumsaðar ígjøgnum í føroyska samfelagnum.

Nú var eg sjálvur gestur á hesum umrødda fundi, og havi eisini lisið tíðindaskrivið frá Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Hvørki á fundinum ella í tíðindaskrivinum er nakað sagt um, at Tjóðveldi vil í samgongu við Fólkaflokkin ella velur Javnaðarflokkin frá í samgongusamstarvi.

Samfelagið fyri tey fáu

Á fundinum varð hinvegin sligið rimmarfast, at Tjóðveldi tekur allarsterkastu frástøðu frá avoyðingarpolitikkin hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum – í bæði vinnupolitikki, búskaparpolitikki, skattapolitikki, sosialpolitikki, útbúgvingar- og mentanarpolitikki, rættartrygd og í tjóðskaparspurninginum við hækkaðum blokki og ógvusligum sambandspolitikki.

Tjóðveldi stríðist hvønn dag fyri eini heilt aðrari leið fyri Føroyar, enn samfelagið fyri tey fáu, sum hesir flokkar hava kvett ígjøgnum uppá hálvt annað ár. Og júst spjaðing og ójavni millum fólk er avleiðingin av førda politikkinum.

Fundarfólkið helt kortini, at Tjóðveldið skal ikki binda seg í nakran blokkpolitikk frammanundan, um hetta elvir til, at frælsisstríðið verður parkerað og samráðingarstøðurnar fastlæstar. Fundarfólkið legði stóran dent á, at frælsisstríðið skal herðast, tí tað er avgerandi drívmegin fyri at menna Føroyar og fyri at koma burturúr tí heimastýrisliga seráhugamálspolitikkin fyri nøkur fá, sum nú koyrir Føroyar langt aftur í tíðina fyri hvønn dag, sum gongur.

Á fundinum hildu fólk eisini, at var tað serstakliga óheppið fyri semjur og samstarv, at Javnaðarflokkurin á Fólkatingi nú mælir til at samráðast um ES-limaskap fyri Føroyar sum partur av danska limaskapinum.

Hetta var tað, sum fór fram. Og tað átti ikki at elvt til nakað at bilsni, at eldhugað tjóðveldisfólk viðgera og hava meiningar um hesar týðandi spurningar.

Selja ikki út av grundsjónarmiðum

Øll, sum vilja hyggja at tí, sum Tjóðveldi stendur fyri og fremur í verki, vita, at Tjóðveldi selur ikki út av sínum grundsjónarmiðum um fólkaræði, frælsi, samhaldsfesti, javnrættindi og veruligum framburði fyri øll í Føroyum.

Tjóðveldi samstarvar og arbeiðir hvønn einasta dag fyri at finna semjur um politisk mál saman við øðrum. Har vit ikki krevja av okkara samstarvspørtum, at tey skulu sleppa sínum grundhugsjónum og grundsjónarmiðum. Men har vit hava virðing fyri øðrum og finna semjur, har allir partar kunnu kenna seg aftur og hava integritet. Og har vit kunnu ganga styttri og longri teinar saman fram móti teimum málum og visjónum, vit hava.

Tað hevur eisini eydnast sera væl hjá Tjóðveldisflokkinum – eisini júst nú í einum tøttum samstarvi millum andstøðuflokkarnar á tingi. Tjóðveldi kann við stoltleika siga, at vit hava ongantíð brotið avtalur ella lopið úr einari legu í aðra, til tess at fáa løtuvinning ella løtuvald. Vit hava heldur ongantíð selt okkum til hægstbjóðandi, og gjørt beint tað øvuta av tí, sum vit hava lagt fram fyri Føroya fólk at taka støðu til.

Hetta halda vit vera vegurin fram fyri føroyskan politikk og fyri føroyska samfelagið.

Og í vón um, at samstarv heldur enn uppfunnin spjaðing millum fólk, ið áttu at kunnað gingið leiðir saman, er málið hjá okkum øllum, verður øllum ynskt einar gleðiligar páskir.