Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formaðurin í uttanlandsnevndini: Nýggjar samráðingar um alt tað Pelagiska tilfeingið

Norðlýsið

Verður boykott sett í verk móti Føroyum er talan um álvarsmál og tí má landsstýri vísa ein proaktivan leiklut og bjóða Es, Noreg, Íslandi og Russlandi til nýggjar samráðingar skjótast gjørligt.

Verður boykott sett í verk móti Føroyum er talan um álvarsmál og tí má landsstýri vísa ein proaktivan leiklut og bjóða Es, Noreg, Íslandi og Russlandi til nýggjar samráðingar skjótast gjørligt. 

Formaðurin í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum mælir til at samráðingar verða tiknar upp av nýggjum um allan uppisjóarfisk í Norðurhøvum og at fiskifrøðingar og aðrir serfrøðingar gera metingar um hvussu nógv hvørt land hevur rætt til.

– Tað er ein álvarsom støða sum Føroyar koma í um ES setur handilstiltøk í verk. Eg havi mælt landsstýrinum til at taka stig til nýggjar samráðingar millum øll londini har ein bólkur av serfrøðingum og fiskifrøðingum fyrst skal áseta hvussu stór mest loyvda veiðan eigur at vera av øllum uppsjóvarfiskasløgum. Síðani skal bólkurin gera eina meting, sum byggir á ferðinga- og onnur mynstur hjá fiskastovnunum, um hvussu stóran part hvørt einstak land kann sleppa at fiska. Samráðingarnar skulu sjálvandi eisini upp á politiskt stig – men grundarlagið eigur at verða vísindaligt.

– Hesar samráðingar áttu at verið longu í august mánaða, men einki frættist frá landsstýrinum um nakrar samráðingar ella onnur stig.

Í samrøðu við Dimmalætting tann 19. Juni greiður formaðurin í uttanlandsnevndini frá at uppskotið sum hann mælir landsstýrinum til byggir eisini á vísundaligar metingar sum útgreina havar fiskurin verður gýttur, hvar hann veksur og etur, og hvar hann ferðast.

Ein slík avtala vildi skapt frið og tryggleika hjá øllum og vit kundu fiska okkara part av sild, makreli og svartkjafti har fiskurin var og tá tað loysti seg best.

– Men sum sagt havi eg einki frætt frá landsstýrinum og tá heldur einki frættist um nýggjar samráðingar – haldi eg at støðan er við at gerast ov fastlast og tað gagnar ikki føroyskum áhugamálum.