Jan Højgaard fegnast um sigurin, men væntar tó ikki, at tað verða góðar stundir at leggja seg afturá og bara njóta hann.“Nei, tað er vist, at tað er nóg mikið at tríva í, tí fleiri mál leika á í løtuni. Tað ger tað næstan altíð, men eg vænti, at formansskeiðið hesaferð verður bæði strævið og spennandi.
Hann leggur serliga dent á, at nýskipanin eisini skal staðfesta, at tilfeingisgjøld, sama hvussu tey verða skrúvað saman, eru gjøld til reiðaríini fyri teirra framíhjárættindi at fiska.“Vit skulu ikki vera við til at rinda hesi gjøld. Tað lá í kortunum, at vit skuldu sleppa undan teimum nú, men fiskimálaráðharrin dróg í land aftur vegna trýst frá reiðarunum. Vit vilja sleppa undan tilfeingisgjaldinum í stundini, men 1. januar 2018 er í øllum førum slætt borð, og tá er so absolutt ongin politisk undanførsla fyri at loyva reiðarunum at senda okkum rokningar, sum teir av røttum eiga. Tað er eitt absolutt krav frá Fiskimannafelagnum”, sigur Jan Højgaard.
Í formansskeiðnum, sum byrjar í morgin 1. februar, ætlar hann eisini at brúka orku upp á at fáa minstulønina upp, og eitt annað arbeiði, sum hann væntar fer at fylla rættiliga nógv næstu tíðina, er ein endurskoðan av øllum sáttmálabygnaðinum.Undir seinastu samráðingunum við Føroya Reiðarafelag um sáttmálan fyri fiskiflotan, samdust partarnir um at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við hesum.“Bólkurin er ikki settur enn, men tað má gerast nú og arbeiðið setast í gongd. Hetta hevur ikki minni skund, nú ein fiskivinnunýskipan er á trappuni. Eisini í endurskoðanini av sáttmálabygnaðinum er tað ein týðandi táttur fyri okkum at fáa soldað rakstrarútreiðslur hjá reiðaríunum burtur úr manningarhýrunum. Tilfeingisgjaldið er eitt gjald, sum fer av óbýttum, hóast vit hava mótmælt og ongantíð góðtikið tað, men nógvar aðrar rakstrarútreiðslur eru loyvdir frádráttir – tað vil siga, at tær við verandi sáttmála kunnu trekkjast av óbýttum”, greiðir Jan Højgaard frá.
Jan Højgaard hevur vunnið øll síni val í kapping við aðrar. Hesaferð var tað í kapping við Sniálv Røvilsberg, fyrrverandi nevndarlim í Føroya Fiskimannafelag.
“Tað er gott fyri demokratiið, eisini í einum fakfelag, at kapping er um sessirnar. Eg vil fegin takka Sniálvi Røvilsberg fyri at hava ført eitt siðiligt og virðiligt valstríð og ynski honum alt tað besta, nú hann væntandi heldur fram við sínum virkna sjólívi”, sigur Jan Højgaard.




